Fyrst í oktober sendi Team Klaksvík H71 suður við ongum - í kvøld fara stigini við til Hoyvíkar.
Tað var útiliðið, ið var omaná í fyrra hálvleiki. Team Klaksvík hevði serliga trupulleikar at skora mál teir fyrstu 25 minuttirnar. Verjan hjá H71 var góð, og Jacob Thomsen, danin í málinum, stóð væl. Seinastu fimm minuttirnar av fyrra hálvleiki kom Team Klaksvík betri við, skoraði fýra mál á rað, og munurin í steðginum var tvey mál.
Tað gingu átta minuttir í øðrum hálvleiki, áðrenn Team Klaksvík fekk nakað mál. Hoyvíkingar vóru stinnir í verjupartinum og kyniskir, tá teir fingu møguleikarnar at økja. Munurin var seks mál, 12-18, tá Áki Mørk tók time-out. Team Klaksvík var greitt omaná næstu løtuna.
Álopsspælið fór at rigga væl, og Aron Kallsberg Jacobsen kom inn í málið, og tók alt fyrstu løtuna - millum annað opnar møguleika av vonginum.
Tað var 18-17, tá H71 tók time-out, og so vendi tað aftur. Seinastu løtuna var tað ov nógv ein og ein í álopsspælinum hjá heimaliðnum, meðan spælið hjá H71 var skjótt og skotini sótu væl. Team Klaksvík stríddist til endan, men H71 vann 24-29, og hevur nú eins nógv stig sum VÍF.
Burn-deildin
12.11
Team Klaksvík - H71 24-29 (12-14)
Toppskjúttar: Vuk Stevanovic 8 mál, Valentino Valentakovic 7 mál - Rói Ellefsen á Skipagøtu og Djóni G. Joensen 6 mál
Støðan
1. VÍF 13 stig (8 dystir)
2. H71 12 stig (8 dystir)
3. Neistin 10 stig (8 dystir)
4. KÍF 9 stig (9 dystir)
5. Team Klaksvík 7 stig (9 dystir)
6. Kyndil 4 stig (9 dystir)
7. StÍF 4 stig (9 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald