Hondbóltur

Hesar 16 møta Svøríki og Íslandi í oktober

HSF hevur kunngjørt hópin hjá kvinnum til fyrstu EM-undandystirnar. Talan er um ein lutfalsliga ungan hóp, har beint undir helmingurin spælir uttanfyri Føroyar.

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2023-09-21 16:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í oktober fara føroysku kvinnurnar undir EM-undankappingingina. Byrjað verður við dysti í Svøríki og síðani á heimavølli móti Íslandi.

Í tí sambandi hava nýggju landsliðsvenjararnir, Claus Mogensen og Simon Olsen, úttikið hesar 16 spælarar:

Málverjar:
Annika Fríðheim Petersen, Follo HK (NOR)
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)

Vengur:
Rannvá Olsen, VÍF
Turið Arge Samuelsen, Kyndil
Guðrið á Borg, H71
Brynhild Pálsdóttir, Ajax København (DEN)
Lív S. Poulsen, TMS Ringsted (DEN)

Strikur:
Brynja Høj, Neistin
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Pernille Brandenborg, København Håndbold (DEN)

Bakkar:
Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Elsa Egholm, H71
Maria Pálsdóttir Nolsøe, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Natasja Hammer, StÍF

Sjey av hesum spæla uttanlands. Nógvar eru ógvuliga ungar - umleið tjúgu ár. Tó eru eisini spælarar við fitt av altjóða royndum, og til dømis hava allar á strikuni spælt í nógv ár. 

Dystirnir verða leiktir móti Svøríki í Uppsala, hósdagin 12. oktober klokkan 17.30, og móti Íslandi í Føroyum í Høllini á Hálsi sunnudagin 15. oktober klokkan 15.00. Kringvarpið vísir dystirnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder