Fótbóltur

Hesar ellivu byrja ímóti Noreg

John Petersen, A-landsliðsvenjari hjá kvinnum, hevur sett liðið, sum klokkan 17 byrjar á vøllinum ímóti Noreg. Tað er ókeypis atgongd til dystin.

Eyðvør Klakstein (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðvør Klakstein (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-10-08 16:29 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Klokkan fimm seinnapartin fer føroyska A-landsliðið við kvinnum undir sína triðju uppgávu í undankappingini til EM 2021. Mótstøðuliðið hesaferð er oddaliðið í bólkinum, Norra, sum í løtuni er á 12. plássi á styrkislistanum hjá FIFA.

Føroyski hópurin hevur verið saman síðani leygardagin, og sum heild hava fyrireikingarnar gingið væl.

John Petersen er venjari hjá kvinnulandsliðnum, og hann hevur nú avgjørt, hvørjar tær fyrstu ellivu verða, ið byrja á vøllinum móti Norra.

Monika Biskopstø verður í mál, og í verjuni verða Katrina Akursmørk, Lív Arge Poulsen, Jacoba Langgaard og Ásla Johannesen. Miðvøllin manna Heidi Sevdal, Eyðvør Klakstein, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal Jakobsen og Julia Naomi Mortensen. Framherji verður Rebekka Fjalsá Benbakoura.

Eykaspælarar verða Jóna Nicolajsen, Annika Ragna Christiansen, Marita á Fríðriksmørk, Nadja Dam Johannesen, Rannvá B. Andreasen, Evy á Lakjuni, Jónva Hentze, Sara Samson Lamhauge og Sarita Maria Mittfoss.

Tað er ókeypis atgongd til dystin, og harafturat bjóðar FSF, í samstarvi við MBM, heitt kakao og vaflur til áskoðararnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder