Fótbóltur

Hesi 16 liðini eru víðari í Champions League

Dortmund og PSG spældu javnleik í í gjárkvøldið í mest spennandi bólkinum ,og bæði komu víðari. Lutakastið til áttandapartsfinalurnar verður mánadagin.

Dortmund vann dynamittbólkin (Mynd: EPA)

Dortmund vann dynamittbólkin (Mynd: EPA)

2023-12-14 17:27 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu dystirnir í bólkaspælinum vórðu spældir í gjárkvøldið. Harvið er endliga greitt, hvørji lið skulu spæla í áttandapartsfinalunum eftir nýggjár. 

Tey ery hesi:

Bólkavinnarar:
Bayern München (Týskand)
Arsenal (Ongland) - 
Real Madrid (Spain)
Real Sociedad (Spain)
Atletico Madrid (Spaina)
Borussia Dortmund (Týskland)
Manchester City (Ongland)
FC Barcelona (Spania

Tvey'arar:
FCK (Danmark)
PSV Eindhoven (Niðurlond)
Napoli (Italia)
Inter Milan (Italia)
Lazio (Italia)
PSG (Frakland)
RB Leipzig (Týskland)
FC Porto (Portugal)

Lutakastið til áttandapartsfinalurnar verður mánadagin 18. desember klokkan 11.

Liðini sum vunnu bólkarnar skulu møta tvey'arunum.

Trý'ararir fara í Europa League. Teir vóru: Galatasaray, Lens, Braga, Benfica, Feyenoord, AC Milan, Young Boys, Shakhtar.

Tvey ensk feløg - Manchester United og Newcastle United - endaðu aftast í sínum bólkum. Harvið er Evropa liðugt fyri teirra viðkomandi hetta kappingarárið.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder