
Bayern Munchen og Chelsea gjørdu í gjárkvøldið arbeiði í áttandapartsfinalunum liðugt við heimasigrum á ávíkavist Lazio og Atletico Madrid - 2-1 og 2-0. Champions League-vinnararnir vunnu sannførandi samanlagt á italska liðnum, og Thomas Tuchel og Chelsea vunnu á Diego Simeone og hansara monnum uttan at lata mál inn í 180 minuttir.
Tuchel hevur fingið eina frálíka byrjan í Chelsea, og tað er júst verjuparturin, ið týskarin serliga hevur fingið skil á. London-felagið er tað triðja úr Onglandi, sum hevur spælt seg víðari. Nú Atletico Madrid er úti, so er greitt, at bert eitt spanskt lið verður í pottinum, tá lutakastið til fjórðingsfinalurnar verður í Sveis í morgin.
Liðini í fjórðingsfinalunum í Champions League:
Dortmund
Porto
PSG
Liverpool
Manchester City
Real Madrid
Chelsea
Bayern München
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald