Annað

Hesi fingu Úrvalsstuðul í ár

10 íðkarar og tveir bólkar fingu stuðul úr Úrval.

Mynd: ÍSF

Mynd: ÍSF

2019-01-07 10:20 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fríggjadagin 4. januar bleiv stuðulin úr úrval handaður á almennari samkomu í ÍSF húsinum.

Hetta er sætta áriðÚrval letur stuðul. Í ár blivu íalt 1.284.753 milliónir krónur lætnar í stuðli, skrivar ÍSF á heimasíðuni.

Hægsta stuðulin fekk ein av fremstu svimjarum okkara, Signhild D. Joensen, sum fekk 189.000 krónur í stuðli úr Úrval. Ein annar av fremstu svimjarunum, Óli Mortensen, fekk eisini ein stóran bita av lagkøkuni við 163.367 krónum í stuðili, meðan ein íðkari, úr ítróttagrein, sum vit ikki hoyra so nógv um, fekk triðja størsta stuðulin. Tað var Hávardur Vatnhamar, sum íðkar triathlon, ið fekk 156.000 krónur í stuðli.

Tey í fingu stuðul eru:

Astrið Nanly Breckmann - Fimleikur - 50.000 kr.

Rebekka Ingadóttir Rein - Fimleikur - 50.000 kr.

Kastibólkur - Frælsur Ítróttur - 50.000 kr.

Tórur Mortensen - Frælsur Ítróttur - 136.000 kr.

15 úrvalssvimjarar - Svimjing - 50.000 kr.

Óli Mortensen - Svimjing - 163.367 kr.

Signhild D. Joensen - Svimjing - 189.000 kr.

Alvi Hjelm - Svimjing - 140.386 kr.

Vár E. Eidesgaard - Svimjing - 124.000 kr.

Rókur Trygvason - Svimjiing - 59.000 kr.

Torkil Weyhe - Súkkling - 117.000 kr.

Hávard Vatnhamar - Triathlon - 156.000 kr.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder