Hondbóltur

Hesi gjørdust steypavinnarar 2024

18 finalur vóru leiktar og hartil var eisini finalutiltakið saman við Eydnudeildini. H71 vann flestar finalur, tilsamans seks.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2024-02-20 10:36 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum og var tiltakið aftur í ár sera væl vitja. 18 finalur vóru leiktar og hartil var eisini frálíka finalutiltakið saman við Eydnudeildini.

Tað var aftur H71, sum vann flestar finalur, tilsamans seks – hjá G18, D18, D16, D14, G12 og G10B.

VÍF hevði eisini eitt gott vikuskifti og vunnu fýra finalur – hjá monnum, D12B, G10 og D10. Neistin vann eisini fýra finalur – hjá G16, G14 saman við ÍA, G12B og D12. ÍA vann tvær finalur – G14 saman við Neistanum og D10B.

Trý feløg vunnu eina finalu í part – Kyndil vann hjá kvinnum, VB vann G14B og KÍF vann D14B.

Allar barnafinalurnar kunnu síggjast á Youtube-rásini hjá HSF, sum eitur Handball Faroe Islands.

Steypavinnarar 2024:

Kvinnur: Kyndil – Neistin 29-21
Dagsins leikari: Turið Arge Samuelsen (Kyndil)

Menn: VÍF – Neistin 31-23
Dagsins leikari: Brandur Silvurstein (VÍF)

G18: H71 – VÍF 27-22
Dagsins leikari: Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe (H71)

D18: H71 – Neistin 42-26
Dagsins leikari: William Napoleon Djurhuus (H71)

G16: Neistin – VÍF 31-19
Dagsins leikari: Ai Waagstein (Neistin)

D16: H71 – Neistin 44-42
Dagsins leikari: Ragnar Heinason (H71)

G14: Neistin/ÍA – Kyndil 23-17
Dagsins leikari: Sigrid Hansdóttir (Neistin/ÍA)

G14B: VB – Stjørnan 29-24
Dagsins leikari: Rannvá Ryan (Stjørnan)

D14: H71 – Tjaldur 37-20
Dagsins leikari: Axel Holm Simonsen (H71)

D14B: KÍF – Team Klaksvík 31-11
Dagsins leikari: Jákup Jacobsen (KÍF)

G12: H71 – Søljan 26-11
Dagsins leikari: Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal (H71)

G12B: Neistin c – VÍF b 20-13
Dagsins leikari: Ró Apolonia Hansdóttir (Neistin)

D12: Neistin – H71 21-17
Dagsins leikari: Jósef Etinosa Erharuyi (H71)

D12B: VÍF – ÍA 21-14
Dagsins leikari: Tóri Pedersen (VÍF)

G10: VÍF – StÍF 12-11
Dagsins leikari: Aura Berg Mikkelsen (StÍF)

G10B: H71 b – Neistin 17-12
Dagsins leikari: Ása Niklasdóttir (H71)

D10: VÍF – SÍF 20-10
Dagsins leikari: Brandur Martinsson (VÍF)

D10B: ÍA – H71 d 10-9
Dagsins leikari: Óli Frederiksen (ÍA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder