Fótbóltur

Hesi liðini kunnu møta hvør øðrum

Klokkan 17 verður lutakastið til Champions League bólkaspælið.

2018-08-30 15:07 Author image
Ari av Rana
placeholder

Klokkan 17 verður lutakastið til bólkaspælið í Champions League 2018/2019. 32 lið hava spælt seg til bólkaspælið, og hesi liðini skulu so kappast um at standa á sigurspallinum í Estadio Metropolitano leikvøllinum í Madrid í Spania tann 1. juni 2019.

Tey 32 liðini verða býtt upp í fýra pottar. Í ovasta pottinum eru Champions League vinnararnir og Evropa League vinnararnir frá farna árinum, og vinnararnir av teimum seks sterkastu heimligu kappingunum.

Hini liðini verða býtt í hinar tríggjar pottarnar eftir teirra styrkismeting í evropeiskum kappingum. Styrkismetingin verður avgjørd eftir hvussu liðini hava staði seg í evropeisku kappingunum seinastu fimm árini.

Liðini eru býtt soleiðis:

Pottur 1: Real Madrid (Champions League vinnarar), Atletico Madrid (Europa League vinnarar), Barcelona, Bayern Munchen, Manchester City, Juventus, Paris Saint-Germain, Lokomotiv Moskva

Pottur 2: Borussia Dortmund (89.000 stig í styrkismetingini), Porto (86.000), Manchester United (82.000), Shakthar Donetsk (81.000), Benfica (80.000), Napoli (78.000), Tottenham Hotspur (67.000), Roma (64.000)

Pottur 3: Liverpool (62.000), Schalke (62.000), Lyon (59.500), Monaco (57.000), Ajax (53.500), CSKA Moskva (45.000), PSV Eindhoven (36.000), Valencia (36.000)

Pottur 4: Viktoria Plzen (33.000), Club Brugge (29.500) Galatasaray (29.500), Young Boys (20.500), Internazionale Milano (16.000), Hoffenheim (14.285), Reyða Stjørna (10.750), AEK Athen (10.000)

Liðini verða býtt í 8 bólkar, har eitt lið úr hvørjum bólki er við. Lið kunnu ikki verða í bólki við liðum úr sama landi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder