Tað var í høvuðsheitinum serliga stórur spenningur um víðari luttøku í ymsu bólkunum, men AC Milan meira enn greiddu sína skyldu við 4-0 sigri á RB Salzburg og spældi seg harvið víðari saman við Chelsea.
Í hinum avgerandi dystinum endaði tað eisini við 4-0 sigri. Tað var í bólki F, har tað gekk betri hjá hinum Red Bull-liðnum. RB Leipzig sendi Shakhtar út við einum braki.
Tað var bert í bólki H, at tað ikki var endaliga greitt, hvat lið fór at vinna bólkin. Tó sá tað út til at á pappírinum, tí Benfica skuldi vinna stórt í Ísrael. Tað var 1-1, tá beint yvir ein tími var farin, men so kom útiliðið í gongd. Portugisiska liðið skoraði fimm mál, har Joao Mario fekk 1-6 málið í 92. minutti. Hetta var nóg mikið til at yvirhála PSG - uppá meira skoraði útilmál: Innanhýsis var javnt, málúrttøkan var júst tann sama, men sætta málið gjørdist avgerandi, og Messi, Mbappe, Neymar og hinir kunnu nú fáa eitt ógvuliga trupult lutakast.
Lutakastið verður í Nyon mánadagin. Vinnarar kunnu trekkja tvey'arar:
Bólkavinnarar:
Napoli, FC Porto, Bayern München, Tottenham, Chelsea, Real Madrid, Manchester City, Benfica
Tvey'arar:
Liverpool, Club Brügge, Inter Milan, Eintracht Frankfurt, AC Milan, RB Leipzig, Borussia Dortmund, PSG
Hesi fara sum trý'arar í Europa League: Ajax, Bayer Leverkusen, FC Barcelona, Sporting CP, RB Salzburg, Shakhtar, Sevilla, Juventus
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald