
Sólin er frammi á Skála, hitastigini standa longu tit at vera yvir 17 í tali, og roknast kann við umleið tjúgu seinnapartin meðan fleiri róðrar verða á fjørðinum.
Tað er tó eitt fitt lot inneftir Skálafjørðinum í løtuni, og harvið er vindurin undan.
Met nógvir bátar - stórur spenningur
Mikudagin skrivaðu vit um, at 116 bátar høvdu meldað til kappróðurin á Fjarðastevni. Vit havsa fingið upplýst frá RSF, at tað ongantíð hava róð fleiri enn 111 bátsmanningar á einari einstari stevnu. Hetta var á einari ólavsøku.
Spurningurin er so, um øll møta upp. Veðrið er sum nevnt gott, og spenningurin í fleiri kappingum er stórur.
Sjálvandi vera flest eygu á 10-mannaførunum, har tað í ár er stórur FM-spenningur. Havnarbáturin vann greitt á Varmakeldu fyri viku síðani, og harvið stendur á jøvnum millum Klaksvíking og Havnarbátin eftir fýra stevnur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald