Kappróður

Møguligt at met verður sett á Fjarðastevnu

Hetta í mun til tal av manningum: Sum nú er, standa samanlagt 116 bátsmanningar í startrøðini. Gamla metið er 111 til ein ólavsøkuróður.

Fyrivarni skal takast avboðum, men tað er í øllum førum stórur áhugi at rógva á Fjarðastevnu (Mynd: Jens Kr. Vang)

Fyrivarni skal takast avboðum, men tað er í øllum førum stórur áhugi at rógva á Fjarðastevnu (Mynd: Jens Kr. Vang)

2025-07-09 09:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er sum heild stórur áhugi fyri at rógva kapp. Hetta hevur summarið 2025 higartil prógvað.

Leygardagin er tann fimti av teimum sjey FM-róðrunum á skránni. Hann verður á Skálafjørðinum - í sambandi við Fjarðastevnu á Skála.

Startrøðin er nú komin út. Hon vísir, at 116 bátsmanningar hava boðað frá luttøku.

Hetta er eitt ógvuliga høgt tal; Róðrarssambandið boðar Portalinum frá, at tað ongantíð áður hava róð fleiri enn 111 bátar til ein skrásettan FM-róður.

Hetta var til ein ólavsøkuróður - tá eru eisini nakrir Masterróðrar. Á Fjarðastevnu verður fyrsti Masterróður í 2025: 6-mannafør kvinnur. Sjey bátar standa sum nú er til at rógva hendan róðurin.

Fyrivarni skal sjálvandi takast fyri avboðum. Tað kemur jú javnan fyri, at manningar geva avboð seint, og at ein bátur, sum stendur á listanum, ikki liggur við startin kortini.

5-mannafør gentur (14-16 ár) og 6-mannafør menn síggja út at verða størstu róðrarnir á Skálafjøðrinum leygardagin. Hetta við tólv tilmeldaðum bátum hvør.

Øll startrøðin sæst á rsf.fo

Sagt verður eisini frá góðum róðrarlíkingum leygardagin 12. juli.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder