Hondbóltur

Hesir 18 skulu til EM í Týsklandi

18 spælarar eru við í hópinum - 16 verða úttiknir til hvønn dyst.

2023-12-05 12:22 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hondbóltssamband Føroya kunngerð í dag teir 18 spælararnar, sum landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, hava tikið út at umboða Føroyar í EM-endaspælinum í Týsklandi.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, HØJ Elite (DEN)
Nicholas Satchwell, Viking TIF (NOR)

Bakkar:
Tróndur Mikkelsen, Kristiansand Topphåndbold (NOR)
Rói Ellefsen á Skipagøtu, IF Hallby HK (SWE)
Jónas Gunnarsson Djurhuus, FIF Håndbold (DEN)
Pauli Mittún, Team Sydhavsøerne (DEN)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel (GER)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn, (DEN)
Kjartan Johansen, Bækkelaget, (NOR)
Peter Krogh, Aarhus HC (DEN)

Vengur:
Rói Berg Hansen, HØJ Elite (DEN)
Leivur Mortensen, FIF Håndbold (DEN)
Hákun West av Teigum, Füchse Berlin, (GER)
Allan Norðberg, Valur (ISL)

Strikuspælarar:
Teis Horn Rasmussen, Aarhus HC (DEN)
Pætur Mikkjalsson, IF Hallby HK (SWE)
Ísak Vedelsbøl, H71

Av hesum 18 vera 16 leikarar við til hvønn dyst.

Føroyska liðið hevur eina styttri samling millum jól og nýggjár, 27. og 28. desember, hareftir savnast aftur til venjingar 1. januar í Havn, og er saman fram til EM-endaspælið.

Føroyar spæla venjingardystir móti Belgia í Høllini á Hálsi, fríggjadagin 5. januar og leygardagin 6. januar, báðar dagarnar kl. 19.30.

Atgongumerki til hesar dystirnar koma til sølu seinni í dag á atgongumerki.fo.

Týsdagin 9. januar fer liðið til Berlin, hareftir leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Hósdagin 11. januar kl. 17 Slovenia – Føroyar
Leygardagain 13. jan kl. 19.30 Føroyar – Noreg
Mánadagin 15. jan kl. 17 Poland – Føroyar


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder