Fótbóltur

Hesir eru heimsins bestu fótbóltsleikarar

Bestu leikarar á sínum plássi eru kosnir.

Savnsmynd

Savnsmynd

2018-08-30 18:49 Author image
Ari av Rana
placeholder

UEFA hevur í dag kosið heimsins bestu fótbóltsleikarar, har heimsins besti málverji, verjuleikari, miðvallari og framherji vóru kosnir.

Heiðurin sum heimsins besti málverji fekk Keylor Navas úr Real Madrid. Hinir, sum vóru tilnevndir vóru Gianluigi Buffon, sum spældi við Juventus, men skifti nýliga til PSG og Allison Becker, sum spældi við Roma, men skifti til Liverpool í summar.

Heimsins besti verjuleikari gjørdist Sergio Ramos. Hinir, sum kappaðust um heitið, vóru Marcelo og Raphael Varane, báðir tveir eisini úr Real Madrid.

Heimsins besti miðvallari gjørdist Luka Modric úr Real Madrid. Hinir tilnevndu vóru Kevin De Bruyne úr Manchester City og Toni Kroos úr Real Madrid.

Hørð kapping var um at gerast heimsins besti framherji, har tveir av teimum tilnevndu eisini vóru tilnevndir til ársins leikari. Vinnarin gjørdist Cristiano Ronaldo, sum spældi við Real Madrid til í summar, tá hann skifti til Juventus. Hinir báðir tilnevndu vóru Mohamed Salah úr Liverpool og Lionel Messi úr Barcelona.

Hesir eru heimsins bestu:

Keylor Navas (Málverji), Sergio Ramos (Verjuleikari), Luka Modric (Miðvallari) og Cristiano Ronaldo (Framherji)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder