PFA hevur í dag kunngjørt, hvørjir eru í uppskoti til ársins leikara í Premier League:
Bernardo Silva, Manchester City
Raheem Sterling, Manchester City
Sergio Aguero, Manchester City
Saido Mane, Liverpool
Virgil Van Dijk, Liverpool
Eden Hazard, Chelsea
Van Dijk og Sterling eru favorittarnir. Hazard er tann einasti av hesum seks, ið hevur vunnið heiðurin fyrr. Mohammed Salad varð kosin til ársins leikara í fjør.
Tað eru leikarar úr seks ymiskum londum og trimum ymiskum heimspørtum, sum eru í uppskoti. Einasti onglendingurin á listanum er Raheem Sterling
Vandamikli City-leikarin er, saman við liðfelagnum Bernardo Silva, eisini tilnenvndir til ársins unga leikara. Hinir fýra í tí bólkinum eru Trent Alexander-Arnold (Liverpool), David Brooks (Bournemouth), Declan Rice (West Ham) og Marcus Rashford (Manchester United)
Tað er næsta sunnudagi(28/4), at ársins leikarar verða avdúkaðir.
Fótbóltur
Hesir eru í uppskoti til ársins leikara í Premier League
Seks leikarar úr trimum ymiskum feløgum eru tilnevndir.
Raheem Sterling, sum í dag var við í 1-0 sigrinum hjá Manchester City, er tilnevndur til Ársins leikara og Ársins unga leikara í Premier League (Mynd: EPA)
2019-04-20 16:12
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald