Í gjár skoraði hann til 2-0 og fekk harvið síðsta partin av spenninginum úr dystinum á Eiði. Hetta var aðru ferð í ár, at høgri bakkurin hjá KÍ skoraði móti júst EB/Streymi - fyri einum mánaði síðani avgjørdi Jóannes Kalsø Danielsen dystin millum liðini í 95. minutti við máli til 3-2.
Bakkar skora ikki beinleiðis eina rúgvu av málum. Í sínum 163 Betrideildardystum hevur álopskendi høgri bakkurin hjá KÍ nú 14 mál. Tað sum er heilt sermerkt við hesum er, at yvir helmingurin er skoraður móti sama felagi: EB/Streymi.
Jóannes skoraði sítt fyrsta mál í fremstu deildini - eftir at hava skorað nógv sum vongur í 1. deild - í Streymnesi. Tey fyrstu trý málini vóru móti sundalagsmonnum.
Jóannes Kalsø Danielsen hevur verið við í fleiri málum í oddadystum - her hevur hann skorað móti HB - men tað er serliga móti EB/Streymi, at bakkurin finnur netmeskarnar (Mynd: Sverri Egholm)
Umframt í ár, so hevur hann skorað tvær ferðir móti EB/Streymi í bæði 2017 og 2020. Samanlagt er talan um átta málum av 14 móti sama felagi hjá 26-ára gamla bakkinum.
Sí yvirlit her
Sigurin hjá KÍ á EB/Streymi í gjár merkir, at oddaliðið kann tryggja sær føroyameistaraheitið sunnudagin. Til tess krevst tó, at B36 í øllum førum ikki fær fult móti Víkingi, ið hevur bestu gongdina í Betrideildini. Stuttu sagt: Eitt betri úrslit enn B36 - fleiri stig - so er alt endaliga avgjørt.
Les eisini: Nú restar ikki í hjá KÍ
Kelda: faroesoccer.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald