Fyrrapartin hevur KÍ kunngjørt sína nýggjastu tilgongd. Talan er um fraklendingin Cédric Yambere, sum seinast hevur spælt í bestu deildini á Kýpros.
Sí eisini: KÍ styrkir seg við fronskum miðverja
33-ára gamli miðverjin hevur tó spælt á uppaftur hægri addressum. Hann er uppvaksin í Bordeaux, og Yambere hevur umboðað stóra felagið har í bestu fronsku deildini. Seinni spældi Cédric Yambere yvir 60 dystir fyri Dijon í Ligue 1.
Seinast Yambere spældi í fremstu fronsku deildini var í 2019. League 1 er í topp-fimm millum deildir í Evropa - beint niðanfyri Bundesliguna. Samanlagt er hann skrásettur fyri 107 dystir í fremstu fronsku kappingini.
Umframt hetta hevur royndi miðverjin spælt í bestu deildunum í Russlandi og Saudiarabia, umframt næstbestu deildunum í Grikkalandi og Belgia. Cédric Yambere hevur eisini spælt í næstbestu deildini í Fraklandi og hevur nakrar Europa League-dystir á sínum CV.
Sí hansara Transfermarkt-profil her
Nýggi spælarin hjá KÍ er, sum nevnt, uppvaksin í Bordeuax men hevur røtur til miðafrika. Hann hevur spælt 13 landsdystir fyri Miðafrikanskalýðveldi (Central African Republic) síðani 2017.
Cédric Yambere hevur ferðast rímiliga nógv runt seinastu árini. Nú stóð hann uttan sáttmála, og trýfaldu føroyameistararnir settu seg í samband við hann.
- Tað eru ávísir eginleikar, vit ynskja í nýggja verjuleikaranum. Hesar meta vit, at fraklendingurin, Céderic Yambere, hevur í sær, sigur KÍ-venjarin Haakon Lunov.
33-ára gamli miðverjin skal vera ein avloysari fyri Vegard Forren, sum er farin aftur til Noregs. Tað verður tó ein løta, til hann kann spæla. Heimasíðan ki.fo sigur, at nýggi leikarin eftir ætlan verður í Klaksvík um eina viku, men at tað fer at taka nakað av tíð at útvega uppihalds- og arbeiðsloyvi sum krevst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald