2019-01-23 14:20
Um einki óvænta hendir komandi tímarnar, skifti argentinski áleyparin Gonzalo Higuain til Chelsea.
Á tíðindafundi fyri løtu síðani segði venjarin hjá Chelsea, Maurizio Sarri, at nú eru bert fáir tímar inntil Higuain kann kalla seg Chelsea leikara.
Sky Sports segði avdúkaði fyrr í dag, at Higuain var í gongd við læknakanning í London.
Higuain verður tó ikki klárur til hálvfinaludystin í Carabao Cup millum Chelsea og Tottenham, sum verður spældur í morgin.
Higuain hevur seinasta hálva árið verið útleigaður frá Juventus til AC Milan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald