Nukannguaq Zeeb, sum býr í Vestmanna, er júst tilnevndur hjálparvenjari hjá grønlendska manslandsliðnum í fótbólti.
Nukannguaq Zeeb er 38 ára gamal, útbúgvin lærari, og hevur ikki slept dreymunum um sjálvur at fáa fleiri dystir á grønlendska landsliðnum, hóast hann nú býr í Vestmanna, og Vestmanna er jú ikki kend sum fótbóltsbygd.
Hann er fluttur til Vestmanna saman við unnustu síni, Ivana Meincke, ið er hondbóltsspælari og hevur sáttmála við VÍF.
Fyri grønlendska miðlinum Sermitsiaq sigur Nukannguaq, at hann er til reiðar at spæla, um tørvur er á honum á grønlendska landsliðnum. Hann er tó ikki í dystarvenjing í løtuni. Hann sigur fyri Sermitsiq venur við felagnum 07 Vestur, men hevur ikki spælt dystir síðan hann flutti til Føroya, orsaka av, at leikaraloyvið ikki er komið upp á pláss.
Í vikuni var hann útnevndur til hjálparvenjara hjá Morten Rutkjær, sum er grønlendskur landsliðsvenjari.
Vil hjálpa spælarum til Føroyar
Nukannguaq hevur eitt ynski um, at grønlendskir fótbóltsspælarar í størri mun fara uttanlands at royna seg, og her metir hann, at føroyskur fótbóltur hevði verið ein góð lopfjøl fyri teir.
- Føroyar kunnu vera fyrsta stig á leiðini fyri grønlendskar spælarar, áðrenn teir fara til Danmarkar. Her verður vant dagliga, og eg havi longu samband við fleiri spælarar fyri at greiða teimum frá møguleikunum í Føroyum, sigur Nukannguaq Zeeb við Sermitsiaq.
Morten Rutkjær fer seinni í hesum mánaðinum at taka út fyrsta bruttohóp til grønlendska landsliðið. Eftir at Oyggjaleikirnir komandi summar eru avlýstir, er óvist hvussu verður við landsdystum komandi tíðina, men vónir eru um at kunna spæla tveir dystir komandi ár, um koronastøðan loyvir tí.
Grønland er ikki limur í altjóða fótbóltssamgonguni Fifa, og luttekur tí ikki javnan í kappingum eins og føroyska landsliðið ger.
Hjálpari í Staðnum
Heimasíðan hjá Vestmanna kommunu boðaði í gjár frá, at Nukannguaq Zeeb júst hevur fingið fyribilsstarv sum hjálparfólk í Staðnum, sum er ungdómshúsið í bygdini. Umframt at vera læraralærdur, er Nukannguaq eisini virkin tónleikari í grønlendska bólkinum Tulleriit.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald