Hondbóltur

Hjalti: 95 prosent iðran - fimm prosent errin

Men við tíðini fer hetta lutfallið at broytast nógv, staðfestir føroyski venjarin, sum tekur samanum dystin og dramatiska endan í HM-hálvfinaluni. - Sunnudagin spæla vit okkara seinasta dyst, og vit fara i kríggj, sigur venjarin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-06-27 23:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Sosnowiec, Pólland (Portalurin): Eftir gysaran í tvífaldari longdari leiktíð fingu vit orðið á Hjalta Mohr Jacobsen.

Hann staðfestir millum annað, at Føroyar á ein hátt "burdu" avgjørt dystin mitt í og út á seinnu hálvu av 2. hálvleiki.

- Tað er tá, at vit veruliga hava okkara "momentum". Men Portugal hevur eisini nógvar løtur.

Hjalti viðurkennir at hann ikki veit enn, hvussu man fær ungu menninar uppaftur, men at tað verður betri í morgin.

Føroyar hava jú ein týðandi dyst eftir: Tann um bronsuna sunnudagin klokkan 16 føroyska tíð. Tá bíðar Svøríki.

- Tað er okkara seinasti dystur saman. Tá fara vit í kríggj - eins og vit gjørdu í kvøld.

Sí samrøðu ovast

U21 HM-hálvfinala
Í dag, fríggjadagin 27. juni
Føroyar - Portugal 37-38 eftir tvífaldari longdari leiktíð (29-29 eftir vanliga leiktíð)

-----------------------

Dystargongdin:

5 min: 2-1
10 min: 2-4
15 min: 5-7
20 min: 8-9
25 min: 9-11
30 min: 12-15
35 min: 14-17
40 min: 18-19
45 min: 21-21
50 min: 25-23
55 min: 27-26
60 min: 29-29
65 min: 30-31
70 min: 34-34
75 min: 35-37
80 min: 37-38

Føroysku málskjúttarnir:
Óli Mittún: 11 (2)
Ísak Vedelsbøl: 6 (3)
Niklas Gaard: 6
Rókur Ziskason: 4
Tóki Friðriksson: 3
Búi Djurhuus Poulsen: 2
Trúgvi Hávardsson: 2
Sofus í Selvindi Nattestad: 2
Høgni Heinason: 1

Bjargingar:
Aleksandar Sasha Lacok 16

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder