Hondbóltur

Hjalti skal hjálpa Bredsdorff

Hondbóltssambandið hevur nú sett avloysaran hjá Juliani Johansen á A-landsliðnum. Hjalti Mohr Jacobsen og Hondbóltssambandið hava skrivað undir sáttmála, sum eftir ætlan er galdandi í hálvtannað ár.

Hjalti Mohr Jacobsen til U19 HM í Kroatia í fjør. Hann hevur venjararoyndir frá at hava arbeitt við dugnaligum ungum føroyskum spælarum (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Hjalti Mohr Jacobsen til U19 HM í Kroatia í fjør. Hann hevur venjararoyndir frá at hava arbeitt við dugnaligum ungum føroyskum spælarum (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

2024-08-26 21:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM play-off dystirnir hjá Norðurmakedónia í mai vóru teir seinastu hjá Julian Johansen sum hjálpavenjara hjá A-landsliðnum við monnum í hondbólti. Havnarmaðurin staðfesti tá, at tíðin og orkan hjá honum, ikki heilt rakk til uppgávuna sum hjálparmaður hjá Peter Bredsdorff-Larsen.

Sí eisini: Føroyar skulu hava nýggjan hjálparvenjara

Hondbóltssambandið hevur nú sett ein avloysara, og tað er Hjalti Mohr Jacobsen. Hetta hevur Portalurin fingið upplýst, og verður setanin endaliga kunngjørd heilt skjótt.

38-ára gamli havnarmaðurin, sum til dagliga starvast í Føroya Banka, er kendur fyri sína tíð sum spælari hjá Kyndli, og hevur hann eisini stjórnað fremsta mansliðið felagins - í fjør aftur var liðið aftur frammarlaga í Burn-deildini.

[object Object]
Hjalti í steypafinaluni í 2017, har Kyndil basti H71 (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Seinastu árini hava Hjalti og Djóni Gaard Joensen staðið á odda fyri 04- og 05-árgangunum, har spælarar sum Óli Mittún og Ísak Vedelsbøl hava verið við. Ungu føroysku menninir endaðu nummar 9 til U18 EM í 2022 og nummar 8 til U19 HM árið eftir. Í ár gekst ikki heilt sum ætlað til U20 EM, har Føroyar vóru júst ov stuttar til at kappast um pláss til HM fyri U21-lið næsta ár.

[object Object]
Lekbrá undir U19 HM - Hjalti hevur orðið (Savnsmynd: Egin Tollaksson Kass)

Harvið endaði tíðin hjá Hjalta Mohr Jacobsen sum U-landsliðsvenjari. Nú verður hann partur av A-landsliðsvenjaratoymi.

Sonevndar "breiddarvenjingar" eru hesa vikuna. Í november fara Føroyar undir EM-undannkappingina, har okkara skulu royna at enda frammanfyri í øllum førum tvey av hesum londunum: Niðurlondum, Ukraina og Kosovo.

Sáttmálin millum HSF og Hjalta Mohr Jacobsen er galdandi til og við januar 2026, um Føroyar aftur megna at spæla seg til EM-endaspæl.

[object Object]
Hjalti Mohr Jacobsen saman við stjóranum í Hondbóltssambandi Føroya, Andrassi Thomsen 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder