Lágur av vøkstri men ein av størstu fótbóltsspælarunum, sum hevur verið. Og í í argentinskari søgu er tað bert ein annar, sum Lionel Andrés Messi kann samanberast við: Diego Armando Maradona.
Áðrenn Messi var eigin, ið hevði verið nær við at liva upp til Maradona. Nú eru væl færri fólk í Argentina, og nógvastaðni kring heimin, samd um, hvør tann besti argentinski fótbóltsspælarin og hvør heimsins besti spælari í søguni er.
Men líkamikið, um man hellir til Maradona ella Messi, er fótbóltssorg í Argentina, eftir at Lionel Messi mánadagin 31. august kunngjørdi, at hann gevst á landsliðnum.
HM-finalan í New Jersey, USA, 19. juli 2026, gjørdist seinasti landsdystur hjá nú 39-ára gamla fótbóltsgandakallinum úr Rosario. Tað endaði við vónbrotið, tí betra liðið - Spania - vann .
![]()
Tað eydnaðist ikki Argentina at endurtaka úrslitið frá 2022, og tískil endaði Messi við silvurheiðursmerkjum og tárum í USA (Mynd: Ritzau Scanpix)
Soleiðis var eisini fyrru ferð Lionel Messi gavst á landsliðnum: Tíggju ár framanundan eftir eitt finalutap á júst sama leikvølli. Hetta var ímóti Kili í serútgávu av Copa America.
Tá riggaði tað als ikki eins væl á landsliðnum sum í Barcelona hjá Messi, sum tó skjótt broytti meining. Men Copa America-finalutapið var millum HM-finalutap í 2014 og risa vónbrot í Russlandi í 2018: Út út HM-bólkaspælinum. Men eftir enn eitt Copa America-finalutap byrjarði tað at venda hjá Lionel Messi og La Selección:
Copa America í 2021 og 2024 og ímillum hesi steypini tað heilt stóra: HM. Við Lionel Scaloni sum venjara og við "hinum Lionel" sum liðformannin og stóra profilunm vann Argentina trý stór steyp uppá fýra ár. Messi treivst av álvara og skein á landsliðnum og endaði ikki, sum tað sá út eina løtu, uttan at vinna nakað.
Tískil gjørdist finalutapið fyri Spania í ár ikki eins tungt hjá 10'aranum, sum í inniligum boðum takkaði fyri seg í gjár. Tað var ein finala, sum Messi á magnan hátt bar Argentina til. Og Lionel Messi lyfti gylta steypið í Katar í 2022 sum 35-ára gamal. Hann gevst eftir 207 landsdystir og 125 mál - bæði met í Argentina.
Liðið og landið skulu nú finna ein annan at savna seg um. Í løtuni snýr tað seg bara um at heiðra Lionel Messi.
![]()
Messi eftir avgerandi málið móti Onglandi í hálvfinaluni í Atlanta - eitt mál hann sjálvandi átti sín lut í. Nummar 10 skoraði átta mál og var við í teimum flestu av hinum á HM-ferðini hjá Argentina í USA. Nú er tað liðugr (Mynd: Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald