Hondbóltur

HM: Føroyar skulu spæla sínar dystir í Trier í Týsklandi

Heimasíðan hjá IHF skrivar í dag, at týska hondbóltssambandið hevði hetta ynski "fyri at tryggja at nóg mikið av atgongumerkjum eru til føroyskar fjepparar". Føroysku kvinnurnar verða styrkismettar í 3. ella 4. potti.

Bjarta Johansen takkar føroysku fjepparunum í Basel til endaspælið í fjør. Í dag er kunngjørt, at Kroatia fær eitt

Bjarta Johansen takkar føroysku fjepparunum í Basel til endaspælið í fjør. Í dag er kunngjørt, at Kroatia fær eitt "Wild Card" til HM, og at Føroyar skulu spæla í Týsklandi - millum annað móti Kroatia (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-12 15:24 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag er alment staðfest, at føroysku menninir eru styrkismettir í næstovasta styrkisbólki til EM-endaspælið í januar.

Sí eisini: EM-styrkisbólkarnir: Føroyar standa við góðum kortum

Tað er evropeiska hondbóltssamgongan, EHF, sum stendur fyri EM-endaspølunum, saman við vertstjóðunum.

Til HM endaspøl er tað IHF. Altjóða hondbóltssamgongan kann sigast, at "gera tingini uppá sín máta". Hóast tað er ein mánaði síðani, at tað er greitt, hvørji lond hava spælt seg til HM-endaspælið hjá kvinnum seinni í ár, so er eingin styrkismeting komin út - eiheldur hava hondbóltssambondini fingið kunning um tað.

Nú, tíggju dagar áðrenn lutakastið um bólkabýtið til endaspælið, fór Portalurin at kanna, hvussu sá út á ihf.info hesum viðvíkjandi. Tá rendu vit okum í HESA GREININA

Hon greiðir frá, hvussu Kroatia hevur fingið ta eina "Wild Card-plássið", sum er til slíkt endaspæl. Hetta verður givið til lond, sum ikki spæla seg til HM, men sum  "IHF Council" metir burdi verið við.

[object Object]

[object Object]Føroyar megnaðu at spæla javnleik móti Kroatia í EM-endaspælinum í Sveis og harvið fáa eitt søguligt endaspælsstig.

Tað, at Føroyar endaðu beint frammanfyri Kroatia í okkara EM-bólki í fjør, gjørdi, at Kroatia ikki var styrkismett til HM play-off umfarið. Har tapti Kroatia eisini við samanlagt fimm málum móti sterka spanska liðnum.

Nú er tó greitt, at kroatar kortini eisini skulu til endaspælið, ið verður í Niðurlondum og Týsklandi í november-desember.  

IHF: Føroyar skulu til Trier - føroyskir fjepparar eiga høvuðsleiklutin

Tey áhugaverdu tíðindini, sæð við føroyskum brillum, vóru tey, at føroysku kvinnurnar nú eru staðsettar í ein bólk. Talan er um ein av bólkunum, sum verður í Týsklandi.

- Harafturat setti týska hondbóltssambandið seg í samband við IHF 29. apríl við uppskoti um, at Føroyar skulu setast í bólk D í Trier.

- Hetta er tí, at samskipanarnevndin vil tryggja, at nóg mikið at dystaratgongumerkjum kunnu bjóðast til allar fjepparar úr Føroyum. Hetta tí at atgongumerkjasølan, serliga til dystirnar hjá verstjóðunum í bólkaspælinum, selja ógvuliga væl.

IHF boðar á heimasíðu sínari frá, at umbønin hjá týska hondbóltssambandinum er gingin á møti: Føroyar skulu spæla í bólki D, sum verður í týska býnum Trier.

Føroyskir hondbóltsfjepparar hava sanniliga gjørt vart við seg uttanfyri landoddarnar.

Sí eisini: Førosku hondbóltsfjeppararnir heiðraðir í Týsklandi

[object Object]
Føroyskir fjepparar gera vart við seg í Sveis- Eini 400-500 føroyingar vóru til søguliga endaspælið hjá kvinnum í november-desember (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Her eru føroyingar í Berlin. Teir fingu eina serliga virðisløn frá týska hondbóltssambandinum herfyri (Mynd: Sverri Egholm)

Møta Montenegro - høllin tekur yvir 5.000 fólk

Vertirnir og hægst styrkismettu liðini vóru longu koyrd í bólkar. Montenegro varð ásett til bólk D í Trier. Harvið skulu føroysku kvinnurnar, eins og í næst komandi  EM-undankapping, spæla móti sterka Balkan-landinum til HM-endaspælið.

Tvey onnur lond koma í bólkin. Portalurin hevur fingið upplýst frá Hondbóltssambandi Føroya, at tey ikki eru greið yvir enn, um Føroyar vera í tí triðja ella tí fjórða styrkisbólkinum av teimum fýra til lutakastið 22. mai.

HSF hevur heldur ikki fingið endaligu boðini um staðsetingina nú seinnapartin, men nú hevur IHF alment upplýst, at Føroyar skulu spæla í vestara parti av Týsklandi - beint við markið til Luksemborg. 

Tað búgva beint yvir 112.000 fólk í býnum, og høllin - Trier Arena, tekur umleið 5.400 áskoðarar. Týsku vertirnir og Svøríki eru ásettir til hina leikhøllina í Týsklandi. Hon er í Stuttgart. Fýra bólkar verða spældir í tveimum ymiskum hallum í Niðurlondum.

Føroysku kvinnurnar spældu seg til HM-endaspælið við tryggjum samanløgdum sigri á Litava. Tað verður fyrstu ferð, at Føroyar skulu til eitt vaksnamanna HM í hondbólti. 

Dagført: 15.36

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder