Fótbóltur

HM-lagnan framvegis á føroyskum hondum

Føroyska liðið, við mongu ungu leikarunum, vísti seg væl fram móti Italia, og stórur munur var á avrikinum hendan dystin og so tí í dystinum móti Luksemborg fríggjakvøldið. Neyðugt er helst við líkandi avriki móti Lettlandi í kvøld.

Føroyska liðið hekk nógv betri saman í gjár, og nógvir leikarar vístu seg ógvuliga væl fram (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið hekk nógv betri saman í gjár, og nógvir leikarar vístu seg ógvuliga væl fram (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-16 15:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygardagin 2. februar 1980 var ein søguligur dagur fyri føroyskan hondbólt. Tá spældi føroyska manslandsliðið setanardyst í C-HM kappingini, ið Føroyar vóru vertir fyri. Mótstøðuliðið var Italia. Úrslitið varð 24-23, og tað var eitt italskt mál í allarseinastu sekundunum, ið avgjørdi dystin, sum var spældur í stúgvandi fullu høllini á Hálsi.

Um 16 dagar eru júst 42 ár liðin síðani hendan serstaka dystin. HM er ikki skipað í deildir meira, men tað eru nógvir undankappingardystir, ið skulu vinnast fyri at koma til endaspælið, har bara tey sterkastu liðini í Evropa, og tey sum avrika best innanfyri eitt tíðarskeið sleppa við. Fyrsta fetið hjá Føroyum og Italia í 2022 er HM-undankappingarbólkurin, ið verður leiktur í Høllini á Hálsi hetta vikuskifti.

Italia byrjaði kappingina ógvuliga væl við at vinna við heili 13 málum á Lettlandi tíðliga fríggjakvøldið. Lettar vóru til EM-endaspælið fyri tveimum árum síðani, men stóra stjørnan Kristopans og hinir megnaðu ikki at gera nakað við kvika og dygdargóða italska spæli.

Les eisini: 
Italia hølvaði Lettland av
Eyðmýktir á Hálsi

Verri gekk hjá Føroyum, sum als ikki livdi upp til favorittleiklutin móti Luksemborg, ið vann við fimm málum. Men møguleikin fyri uppreisn var longu til staðar í gjárkvøldið, og liðið hjá Peter Bredsdorff-Larsen vísti eisini nakað heilt annað móti favorittunum úr Italia, og í góðum og sera spenanndi dysti í gjárkvøldið megnaðu føroyingar at tryggja sær ein sigur við einum máli.

Harvið var tað við øvutum fortekni enn í 1980, og tað ger, at Føroyar kunnu avgerða lagnu sína í HM-undankappingini sjálvar. Til tað krevst ein sigur í kvøld á Lettlandi. Sambært veddingarfyritøkunum er heimaliðið ein lítil favorittur, men tær hava mistikið seg til teir báðar undanfarnu dystirnar hjá Føroyum, og talan verður helst um ógvuliga tættan dyst, har bæði liðini hava sigurin fyri neyðuni.

Les eisini: 
Føroyar sigraðu á Italia eftir stórt hondbóltsdrama á Hálsi
Myndir: Sigursrúsur á Hálsi 

Greitt er, at liðskiparin Rókur Akralíð ikki verður í føroyska hópinum í kvøld. Hann tyktust at hava skaðatrupulleikar í 2. hálvleiki í gjár, og  Pætur Mikkjalsson kemur inn í dystarhópin sum strika og miðverji. Hetta er einasta skiftingin - harvið er greitt, at Elias Ellefsen á Skipagøtu ikki er nóg birgur at spæla á hesum sinni, og at Tórður Skorheim Guttesen og Allan Norðberg heldur ikki koma í spæl hetta vikuskiftið.

Portalurin verður sjálvandi aftur á staðnum í kvøld, har vit fara at hava hagtøl, dystarfrásøgn, myndir og samrøður

Støðan í bólkinum eftir tvey umfør:
Luksemborg 3 stig 
Føroyar 2 stig 
Italia 2 stig
Lettland 1 stig 

Í dag - 16/1:
15.30: Luksemborg - Italia - í gongd nú
18.00: Føroyar - Lettland (KVF og FM1)


Um dystin í gjár søgdu føroysku leikararnir millum annað so: 

- Vit eru kyniskir, vísa eina heilt aðra útstráling enn í gjár, og alt riggar bara betri...haldi at vit vísa einastandi álopsspæl gjøgnum so at siga allan dystin, men man kann ikki tosa um sigurin uttan at tosa um Paula, sum stongdi málið til tíðir - hinir ungu leikararnar vóru eisini óimponeraðir.

Rói Berg Hansen, vinstri vongur - Sí alla samrøðuna her

- Eg var øðiliga nervøsur og spentur, tá eg kom inn í gjár, og eg og málmansvenjarin hava tosað nógv um, hvussu vit regulera tað. Í dag var tað stuttligt at spæla, og tað gjørdist nógv lættari, tí eg fekk eina so góða byrjan, og so kundi eg slappa meira av.

- Vit vita, at her er alt uppá spæl, og vit mugu inn at levera. Vit mugu sleppa hondbremsuni og spæla frítt. Í gjár føldu vit væl, at tað var ein nyggj byrjan, og  tað vóru nógv nýggj ting, ið skuldi koma uppá pláss í dysti. Tað var ein góður dagur, í mun til at vit lærdu av okkara feilum, og so í dag riggaði alt, sum tað skuldi, haldi eg.

Pauli Jacobsen, málverji og dagsins leikari - Sí alla samrøðuna her

Eg slepti hondbremsuni í kvøld og hugsaði ikki so nógv um tað. Í kvøld fáa vit momentum í dystin og skora uppá okkara kjansir

Tróndur Mikkelsen, vinstri bakkur og toppskjútti - Sí alla samrøðuna her

-
 Líka skuffaður sum eg var í gjár, líka glaður eri eg í dag. Vit vistu, at vit skuldu vinna í dag, og tað var eisini heilt fantastiskt, at vit gjørdu tað. Nú hava vit møguleikan at avgerða tað sjálvur í morgin....energi, geistur, góðir áskoðarar vóru nakrir av lykunum

Teis Horn Rasmussen, strikuleikari og matchvinnari - Sí alla samrøðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder