Hondbóltur

Video: - Visti at eg mátti bjarga hasum bóltinum

- Nicholas spyr í síðsta time'outinum, um eg havi bóltin, um tað er. 19-ára gamli Pauli Jacobsen bjargaði skoti í síðstu sekundunum móti Italia og spældi ein branddyst í 27-26 sigrinum. A-landsdystur nummar tvey hjá honum gjørdist harvið stuttligari enn tann fyrsti.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-01-15 23:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg var øðiliga nervøsur og spentur, tá eg kom inn í gjár, og eg og málmansvenjarin hava tosað nógv um, hvussu vit regulera tað. Í dag var tað stuttligt at spæla, og tað gjørdist nógv lættari, tí eg fekk eina so góða byrjan, og so kundi eg slappa meira av.

Hann hevur seinastu árini verið kendur sum eitt stórt málverjutalent, og í kvøld stemplaði hoyvíkingurin av álvara inn á A-landsliðsstøði. Hann hevði tríggjar bjarginar í 2. hálvleiki í ósigrinum fyri Luksemborg í gjár, ið hann kom inn til, men fyrstu níggju minuttirnar í dystinum móti Italia í kvøld og fyrsta partin av seinna hálvleiki, stongdi 19-ára gamli maðurin føroyska málið

Hann setti í sínari fyrstu samrøðu við Portalin orð á, hvussu munurin var á dystinum og honum í dag

- Vit vita, at her er alt uppá spæl, og vit mugu inn at levera. Vit mugu sleppa hondbremsuni og spæla frítt. Í gjár føldu vit væl, at tað var ein nyggj byrjan, og  tað vóru nógv nýggj ting, ið skuldi koma uppá pláss í dysti. Tað var ein góður dagur, í mun til at vit lærdu av okkara feilum, og so í dag riggaði alt, sum tað skuldi, haldi eg.

Pauli og hinir kunnu í annaðkvøld spæla seg víðari við sigri á Lettlandi. Tann dysturin byrjar klokkan 18.

(Haldið okkum til góðar fyri heldur ringu ljóðgóðskuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder