Hondbóltur

Video: - Eg slepti hondbremsuni í kvøld

Soleiðis sigur 21-ára gamli Tróndur Mikkelsen, ið gjørdist føroyskur toppskjútti við sjey málum. Vinstri bakkurin sigur, at í mun til í gjár fekk føroyska liðið momentum í dystinum og skoraði uppá sínar kjansir.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-01-15 22:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hetta er bert aðru ferð, at hann er við A-landsliðnum til undankappingardystir, og Tróndur Mikkelsen fekk í kvøld sítt stóra altjóða gjøgnumbrot:

- Hørð skot heilt upp í trý'aran og skrúrarar framvið Hannover-Burgdorf málverjanum hjá Italiu, rullifintur, avbjóðandi, ágangandi, djarvt og snilt spæl, umframt ein stórur innsatsur í verjuni vóru nøkur av eyðkennunum hjá manninum, ið hevur havt sín hondbóltsuppvøkstur í høllini.

Fyrrverandi Neista-leikarin hevur havt eitt gott kappingarár í norska Viking Stavanger, og hann fekk stórt álit frá Peter Bredsdorff Larsen, eins og fleiri aðrir ungir leikarar.

Hoyr hann í samrøðuni seta orð á kensluni eftir dystin, og millum annað at Lettland, sum í morgin er mótsstøðuliðið í síðsta og avgerandi dystinum hetta vikuskiftið, avgjørt er eitt lið, ið Føroyar kunnu spæla upp ímóti

Les eisini: Føroyar sigraðu á Italia eftir stórt hondbóltsdrama á Hálsi

Sí eisini: Myndir: Sigursrúsur á Hálsi


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder