Hondbóltur

Fyrsti HM-dysturin verður móti Algeria 14. januar

Føroyar enda bólkaspælið í Magdeburg móti hægst styrkismetta Portugal 18. januar, og lykladystur verður 16. januar móti Póllandi.

Hákun West av Teigum og hinir hingu leingi í póllendingum, men Pólland var at enda omaná í Berlin (32-28). Hetta var í fyrsta EM-endaspælinum, sum var í 2024. Trý ár seinni hittast liðini aftur í bólkaspælinum, tá føroysku hondbóltsmenninir spæla HM á fyrsta sinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hákun West av Teigum og hinir hingu leingi í póllendingum, men Pólland var at enda omaná í Berlin (32-28). Hetta var í fyrsta EM-endaspælinum, sum var í 2024. Trý ár seinni hittast liðini aftur í bólkaspælinum, tá føroysku hondbóltsmenninir spæla HM á fyrsta sinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-11 07:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár, mikudagin 10. juni gjørdist greitt, hvørjum føroysku hondbóltsmenninir hitta í HM-bólkaspælinum í Týsklandi í januar 2026.

[object Object]Bólkur F í HM-endaspælinum - ikki nakar dreymabólkur

Sí eisini: Føroyar fingu heldur keðiligt HM-lutakast

Skráin er sett, og føroyingarnir byrja við tí dystinum, har man fer at standa sum favorittur - mest sannlíkt stórur favorittur: Algeria verður fyrsta HM-mótstøðuliðið hjá Føroyum hóskvøldið 14. januar

Ein sigur móti norðafrikanska landinum, sum er tað lægst styrkismetta í bólkinum, verður eftir øllum at døma nóg mikið fyri at vinna sær víðari luttøku. Hetta er tí, at trý lið koma víðari úr hvørjum bólki.

Men tað snýr seg eisini um at vinna stig við víðari fyri at fáa betri treytir til miðumfarið, eins og kvinnurnar gjørdu í fjør. 

Har verður dysturin móti Póllandi leygarkvøldið 16. januar ein lykladystur. Pólland var marrulutakastið úr potti trý, men tað var leingi tætt millum liðini, tá tey hittust í EM-endaspælinum í 2024. Tað kann tað eisini verða hesaferð.

Í seinasta bólkadystinum, mánadagin 18. januar, er Portugal á skránni. Á pappírinum greitt sterkasta liðið í bólkinum. 

Innleiðandi dystirnir hjá Føroyum í HM-endaspælinum 2027 liggja soleiðis:
Hósdagin 14. januar: Føroyar – Algeria
Leygardagin 16. januar: Føroyar – Pólland
Mánadagin 18. januar: Portugal – Føroyar

Allir verða spældir í GETEC Arena í Magdeburg

Les eisini: Vera eftir øllum at føma fáir føroyskir fjepparar í Magdeburg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder