Hondbóltur

HM-lutakastið kann stroymast

Tað verður beint eftir klokkan 17, at tað verður greitt, hvørjum føroysku kvinnurnar skulu spæla ímóti í bólkaspælinum í Týsklandi.

Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar vilja gjarna sleppa undan Kroatia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar vilja gjarna sleppa undan Kroatia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-22 11:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Trý lið koma víðari úr hvørjum innleðandi bólki. Føroyar eru í tí triðja av teimum fýra styrkisløgunum.

Føroyar vita longu, at man er í bólki við Montenegro úr ovasta styrkisbólki. Balkan-landið er eisini staðsett í týska býnum Trier í bólki D.

HM 2026, bólkur D
Trier

Montenegro
-
Føroyar
-

So er spurningurin, hvørji hini bæði londini verða. Hetta fáa føroyingar svar uppá tíðliga í kvøld, tá HM-lutakastið verður í Niðurlondum.

Tað eru Niðurlond og Týskland, sum eru vertir fyri 27. HM-endaspælinum hjá kvinnum - tí fyrsta sum Føroyar verða við til.

Sí eisini: Føroyar verða minsta landið í einum EM-endaspælið nakrantíð

Lutakastið byrjar klokkan 17 føroyska tíð. Tað er trupult at fáa rættindi frá IHF - alheims hondbóltssamgonguni - og Kringvarpið fær tískil ikki víst lutakastið.

Tað verður tó stroymt. Leinkjan er her.

[object Object]
Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar vilja gjarna sleppa undan Kroatia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Her eru allir styrkisbólkarnir: 
Pottur 1: Frakland, Noreg, Danmark, Ungarn, Svøríki, Niðurlond, Týskland, Montenegro *
Pottur 2: Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Angola
Pottur 3: Kekkia, Japan, Senegal, Ísland, Argentina, Føroyar, Suðurkorea, Tunesia
Pottur 4: Egyptaland, Uruguay, Kasakstan, Paraguei, Iran, Kuba, Kina, Kroatia

Er eisini staðsett í Trier og bólk D

Sí eisini: Kunnu fáa ein spennandi HM-bólk í kvøld


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder