Hondbóltur

Kunnu fáa ein spennandi HM-bólk í morgin

Tað snýr seg serliga um at sleppa undan Kroatia úr niðasta styrkisbólki. Føroysku kvinnurnar vera í potti trý klokkan 17 hósdagin.

Súna Krossteig Hansen og hinar stríddu seg til javnleik móti Kroatia til EM-endaspælið. Man vil tó helst sleppa undan kroatum aftur - serliga tá hugt verður eftir hinum møguleikunum í bólkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Súna Krossteig Hansen og hinar stríddu seg til javnleik móti Kroatia til EM-endaspælið. Man vil tó helst sleppa undan kroatum aftur - serliga tá hugt verður eftir hinum møguleikunum í bólkinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-21 16:00 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er longu greitt, at Føroyar fara í bólk D, har Montenegro eisini er. Bæði hesi londini, sum eisini skulu hittast í EM-undankappingini í vetur, eru staðsett í vesturtýska býnum Trier undir HM-bólkaspælinum.

Sí eisni: Føroyar skulu spæla sínar dystir í Trier

Spurningurin er so, hvørji hini bæði mótsstøðuliðini hjá Føroyum verða. Møguleikarnir eru hesir: 

Pottur 2: Pólland, Brasil, Serbia, Rumenia, Sveis, Spania, Eysturríki, Angola
Pottur 4: Egyptaland, Uruguay, Kasakstan, Paraguei, Iran, Kuba, Kina, Kroatia

Føroyar skulu hava eitt lið úr hvørjum av hesum pottunum. Londini í potti tvey eru sterk, men til dømis vildu Eysturríki og Angola verið fínir møguleikar á pappírinum - Sveis vóru Føroyar heldur ikki langt frá at fáa stig ímóti til EM.

Í 4. potti eru fleiri ókendir faktorarar, og Føroyar høvdu staðið sum faovirttar móti hesum londunum. Tað er líka Kroatia.

Liðini spældu minniligan javnleik í Basel í desember, Kroatia endaði beint aftanfyri Føroyar í bólkinum og tapti fyri Spania í HM-røkkstøkkdystunum. IHF gav tó Kroatia annað av "wild-card plássunum", og tískil er liðið í fjórða og niðasta styrkisbólki, hóast tað allarhelst er væl sterkari enn tey flestu av hinum - og tað liðið sum Føroyar helst skulu sleppa undan her.

Egyptaland hevði kanska heldur ikki verið so gott at fingið. Tað verður í morgin, hósdagin 22. mars klokkan 17 føroyska tíð, at lutakastslagnan má ráða.

[object Object]Mynd: IHF

HM-lutakastið, sum verður í Niðurlondum, í morgin kann stroymast HER

Til HM-endaspælið koma trý lið víðari úr hvørjum bólki.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder