Hondbóltur

HM-lutakastið verður um tríggjar vikur - Føroyar hava góðar fyritreytir

Føroysku menninir skulu í fyrstu syftu spæla í Kiel, Stuttgart, München ella Magdeburg. Tað verður greitt 10. juni.

2026-05-20 20:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Leygarkvøldið 16. mai spældu føroysku hondbóltsmenninir seg í fyrsta HM-endaspælið higartil við samanløgdum sjey-máls sigri á Bosnia-Hersegovina. Og so stungu spurningarnir seg upp: Hvørjir eru møguleikarnir, nær og hvar spæla Føroyar og so framvegis.

Vit høvdu hesar staðfestingarnar leygarkvøldið

HM-endaspælið 2027 verður spælt í Týsklandi. Seks býir eru valdir sum vertsbýirTeir eru:  Köln, Hannover, Kiel, Stuttgart, München ella Magdeburg. Teir báðir fyrstu hýsa miðumfarsbólkum og/ella endadystum.

Harvið skulu Føroyar spæla teir tríggjar dystirnar í bólkaspælinum í Kiel, Stuttgart, München ella Magdeburg: Tað verður ein av hesum býnum, sum ein rúgva av føroyingum fara at leita sær til umleið 10. januar næsta ár. Bólkarnir byrjar 13., 14., ella 15. januar, og bólkaspælið endar 19. januar.

[object Object]

Styrkismettir næstovast

Tað er nakað síðani, at tað var greitt, at Føroyar fóru at vera í tí næstovasta av teimum fýra styrkisbólkunum (pottunum), um liðið megnaði at vinna á Bosnia.

Pottur 1: Danmark (HM-vinnari), Týskland (Vertur), Kroatia, Ísland, Portugal, Svøríki, Egyptaland og Argentina

Pottur 2: Frakland, Slovenia, Noreg, Serbia, Spania, Italia, Føroyar og Norðurmakedónia

Pottur 3: Grikkland, Pólland, Brasil, Bahrain, Tunesia, Grønhøvdaoyggjarnar (Kap Verde), Kili, USA

Pottur 4: Katar, Kuwait, Japan, Algeria, Angola, Uruguay, Wildcard, Wildcard *

IHF tillutar tveimum liðum, sum ikki hava vunnið sær atgongumerki, pláss

Sleppa Føroyar undan serliga Póllandi úr potti 3, umframt Katar ella einum sterkum "wildcardi", so sær ógvuliga gott út í mun til víðari luttøku. Trý lið koma víðari úr hvørjum bólki.

Lutakastið um bólkabýti, og um hvørjum býi liðini spæla í, verður mikudagin 10. juni í München.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder