Tað er ikki heilt víst, júst hvussu nógvir leikarar nýggi landsliðsvenjarin hjá føroyska manslandsliðnum í fyrstu atløgu tekur út til teir tríggjar HM-undankappingardystirnar, sum vera á heimavølli næsta vikuskifti.
16 kunnu verða á dómaraseðlanum til hvønn dyst, og tvær útskiftingar kunnu gerast í hópinum í vikuskiftinum. Harvið er sannlíkt, at í hvussu er átjan leikarar eru úttiknir, og at nakrir síðani skulu halda seg til reiðar, um skaðar, korona ella annað raka hópin í vikuni upp til kappingina.
Peter Bredsdorff-Larsen og hansara toymi hava í øllum førum nakrar spennandi, men torførar avgerðir at taka. Føroyska manslandsliðið hevur allarhelst ongantið havt so nógvar leikarar tøkar, ið spæla og avrika á eins høgum støðu, sum teir í bruttohópinum, sum hevur verið savnaðir í tvær vikur nú, gera nú. Fáir spæla til dagliga í Føroyum, og kappingin um plássini er hørð. Fleiri hava verið við í nógv ár og hava verið við til at "bygt landsliðið uppaftur", men ungir og dugnaligir banka uppá, og nakrir komu inn á A-landsliðið í fjør.
Ein teirra var Elias Ellefsen á Skipagøtu, sum nakað eftir, at hann kom flúgvandi inn móti Ukraina - og stutt seinni var við til at basa Kekkia - vann svenska meistarheiti í sínum fyrsta kappingarári í IK Sävehof.
Spælskiparin úr Hoyvík er ein lyklaleikari hjá svensku meistarunum, serliga í álopsspælinum, og hevur í heyst av álvara gjørt vart við seg í evropeiskum dystum. Millum annað 15. desember í Partille Arena móti týska oddaliðnum Magdeburg, men har fekk Elias harða viðferð frá millum annað dugnaliga norska strikuleikaran Magnus Gullerud.
![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/04/30/890x590/1619811120fyhpmehqja.jpg)
Elias kann ógvuliga nógv við bóltinum, men spurningurin er, um partar av andliti hansara eru nóg lektir eftir stoytirnar í Partille Arena 15. desember (Mynd: Sverri Egholm)
19-ára gamli føroyingurin fullførdi dystin, men røntgen-myndir dagin eftir vístu, at hoyvíkingurin hevði brotið høkuna og kjálkabeinið, eftir at hann hevði smekkað høkuna í gólvið í støðuni.
Síðstu 24 dagarnar hevur Elias á Skipagøtu harvið ikki fingið spælt, og heldur ikki vant nakað serligt - hann megnar nústaðni at eta fasta føði og ikki bert rísingreyt og suppu. Hetta segði hann sjálvur við FM1/Trok leygardagin, har leikarin ið so stórar vónir eru til staðfesti, at tað er ivasamt, um hann kann spæla í vikuskiftinum - 50-50 metti hann.
Venjarin var eisini inni á ivamálinum, og segði við Sjúrð Hildarson Hoydal, at hettta verður greiðari seinni í vikuni. Tað er tó helst eigini ivi um, at Elias verður úttikin - hvussu fullfíggjaði listin sær út vita vit heilt stutt eftir klokkan tíggju.
Tíðindafundur er á skránni í Bank Nordik fyrrapartin. Til ber at fylgja beinleiðis við á FM1 og radio.fo. Vit leggja eisini føroyska hópin út sum skjótast og hava annað tilfar harfrá.
Les eisini: HM-avbjóðingin á heimavølli nærkast
Undankappingin til HM 2023 - 1. umfar
Høllin á Hálsi
Fríggjadagin 14. januar
19.30: Føroyar - Luksemborg
(Lettland - Italia)
Leygardagin 15. januar
19.30: Føroyar - Italia
(Luksemborg - Lettland)
- Hendan seinnapartin spæla kvinnurnar hjá H71 seinnu áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini móti serbiska Nis. Dysturin verður í Høllini á Hálsi klokkan 14.
Sunnudagin 16. januar
18.00: Føroyar - Lettland
(Italia - Luksemborg)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald