Bolzano, Italia. 11. 12. og 13 januar 2018 spæla Føroyar í fyrsta umfari í HM-undankappingini. Talan er um kapping millum um eina minikapping, har vinnarin fer víðari til høvuðs undankappingarbólkarnar.
Tað varð ikki væntað, at Føroyar fóru at vinna kappingina, men at spennandi føroyska liðið fór at gera ein vørr. Árið fyri hevði U21-landsliðið spælt HM-endaspæl í Algeria, og fleiri av teimum leikarunum vóru við tá vóru eisini við í Italia. Føroyar taptu við átta málum móti Ukreina og Rumenia. Í seinasta dystinum móti italiensku vertunum, tann triðja uppá tvey stór samdøgur, vóru føroysku leikararnir fullkomiliga flatir og taptu við níggju málum.
Síðani hevur liðið flutt seg rætta vegin, og í apríl í fjør var bert eitt mál á muni, tá Føroyar og Ukreina spældu í Royal Arena. Í somu EM-undankapping vunnu Føroyar sær eitt stig í Montenegro, sum vann á Danmark í somu høll nakrar mánaðir seinni, og sum nú er til EM.
Í 2011 var føroyskur hondbóltur ikki á sama staði sum nú. Í januar tað árið spældi føroyska landsliðið tríggjar dystir uppá dagar. Andy Schmid og Sveis gjørdu fullkomiliga av við Føroyar í fyrsta dystinum (44-17), men so reisti føroyska liðið seg og skoraði heili 32 mál móti Hvítarusslandi. Í tí dystinum og tí seinasta móti Kýpros taptu Føroyar við sjey málum, og í báðum førum gjørdi Heini Hanusarson um seg. Hann skoraði 21 mál samanlagt í kappingini og var tvey mál frá at gerast toppskjútti í undankappingarbólkinum.
Eisini í 2011 kom bert nummar eitt í bólkinum víðari. Eftir hetta vóru playoff-dystir leiktir móti hægri styrkismettum liðum um at koma til HM. Í 2004 og 2008 vóru Føroyar eisini við í HM-undankappingini. Tá vóru trý lið í einum bólki, og Føroyar spældu tá fýra dystir: Í januar 2004 var tað heima og úti ímóti Noreg og Russlandi - talan gjørdist um fýra stórtap - í januar 2008 móti Serbia og Ísrael - úrslitið varð fýra tap, men heimaósigrarnir vóru við bert fimm málum.
Sostatt hava Føroyar ongantíð fingið stig í HM-undankappingardysti. Undir gomlu HM-skipanini, ið varð skipað í deildir, gekk væl til C-HM í Portugal í 1976 og á heimavølli í 1980. Hetta vikuskifti skulu Føroyar royna seg í í Luksemburg. Fyrsti dystur er ímóti Litava, og hann byrjar klokkan 16.
Fylg við á Portalinum
Les eisini:
Dystardagur: Byrja móti helst sterkasta liðnum
Sí eisini:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald