Vandi er fyri, at í hvussu so er ein av HM-dystunum, sum verða spældir í kvøld, okkara tíð, kann verða útsettur orsaka av vánaligum veðri.
Talan er um dystin millum Frakland og Irak, sum verður spældur á Lincoln Financial Field í Philadelphia.
Miðlarnir í Philadelphia skriva, at býurin er hóttur av ‘dómadagsveðurforsøgn’, sum boðar frá torustormum í økinum.
Tí kann tað henda, at dysturin verður útsettur í 30 minuttir, um toruslátturin er til staðar innan fyri ein ávísan radios frá leikvøllinum.
Dysturin er settur at byrja klokkan 17 lokala tíð – tað er klokkan 22 okkara tíð. Ringasta toruhóttanin verður mett at fyrikoma í økjunum millum klokkan 14 og 19 lokala tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald