Hondbóltur

HM: Vertirnir eru ímillum favorittarnar

Endaspælið í Danmark og Týsklandi byrjar í dag. Vertstjóðirnar hava góðan møguleika, og tvífaldi heimsmeistarin er sjálvandi ímillum favorittarnar.

Nikola Karabatic kyssir her HM-steypið eftir finalusigurin á heimavølli í 2017. Frakland skal royna at endurvinna steypið uttan hann
(Mynd: EPA)

Nikola Karabatic kyssir her HM-steypið eftir finalusigurin á heimavølli í 2017. Frakland skal royna at endurvinna steypið uttan hann (Mynd: EPA)

2019-01-10 11:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag fer tað í gongd. Heimsmeistaraheitið í manshondbólti verður fyri 26. ferð, og á fyrsta sinni er meira enn eitt vertsland. 

Tað eru grannalondini og mætu hondbóltstjóðirnar Danmark og Týskland, ið eru vertir fyri endaspælinum. Sambært veddingarfyritøkunum og viðmerkjarum eru hesi eisini ímillum teir fremstu biðlarnir til heitið sum heimsmeistari, saman við Fraklandi ið hevur vunnið HM tvær tær seinastu ferðirnar.

Tað eru nógvar royndir á danska liðnum, og Nikolaj Jacobsen skal royna at finna røttu samansetingina. Tað skuldi helst ikki verið nakar trupulleiki við motivatiónini: Danir hava heimavøll, og hava ikki staðið seg so væl sum ætlað tvey tey seinastu HM-endaspølini. Dygd er sanniliga til staðar við millum annað leikarum sum Mikkel Hansen, Rasmus Lauge, René Toft og Niclas Landin. 

Jóhan á Plógv Hansen kundi eisini spælt á danska liðnum men sum tað sær út nú, verður Hans Lindberg 100% reiðar til alla kappingina. Jóhan á Plógv er ikki partur av hópinum í kvøld, men verður á áskoðaraplássinum, og fer síðan møguliga aftur til sítt felag. 24-ára gamli føroyingurin varð innkallaður í seinastu viku, eftir at Lindberg fekk ein skaða. Um hann fer úr hópinum, kann hann verða innkallaður aftur.

Les meira: Hans Lindberg til reiðar at spæla

Frakland kemur til endaspælið uttan Nikola Karabatic. Hann varð valdur til besta leikara í HM fyri tveimum árum síðani, tá Frakland vann á heimavølli. Nú er hann skaddur. Hann er vorðin skurðviðgjørdur í fótinum, og er ikki mettur at vera nóg klárur at spæla í endaspælinum. Hann kann tó verða skiftur inn í hópin undir kappingini, tí hann var við í franska bruttohópinum. Hóast Karabatic er vorðin 34-ára gamal, er hann umráðandi fyri Frakland, ið tó allarhelst kemur at bjóða av um heitið.

24 lið úr fimm ymiskum heimspartum luttaka. Fyrstu dystirnir eru í dag: Danmark tekur ímóti Kili í Keypmannahavn, men tveir tímar áðrenn fer søguligur dystur í gongd í týska høvuðsstaðnum. Eins og Danmark, er Týskland risafavorittur á byrjunardegnum. Tað er Korea, ið skal dystast við týskararnar í Berlin. Talan er um eitt samlað koreanskt lið av suðurkoreanarum og norðurkoreanarum. Hetta er fyrstu ferð, at Korea luttekur sum eitt samla land til eitt HM-endaspæl í hondbólti.

Trý lið koma víðari úr hvørjum innleiðandi bólki, sum gevur eitt millumspæl við tveimum bólkum við seks londum í hvørjum. Bólkur A og B verða leiktir í Týsklandi (Berlin og München) og bólkur C og D í Danmark (Herning og Keypmannahavn - fyrsti dysturin hjá Danmark verður í høvuðsstaðnum) 

Bólkur A: 
Frakland 
Russland 

Týskland
Serbia
Brasila
Korea

17.15: Korea - Týskland

Bólkur B: 
Spania 
Kroatia
Makedónia
Ísland
Bahrain
Japan

Bólkur C:
Danmark 
Norra
Eysturríki 
Tunesia
Kili
Saudi Arabia

19.15: Danmark - Kili

Bólkur D: 
Svøríki 
Ungarn 
Qatar
Argentina 
Egyptaland
Angola

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder