Føroyski taekwondo íðkarin Høgni Kunoy Dávason hevur um vikuskiftið luttikið í stóru altjóða kappingini Dutch Open við góðum úrsliti.
Hann vann silvur í junior-kappingini.
Høgni luttók eisini í vaksnamannakappingini í flokkinum -63 kilo.
Her eydnaðist tað honum at vinna fyrsta dystin greitt móti einum sponskum íðkara. Í øðrum umfari møtti hann týskaranum, ið var styrkismettur at gerast nummar tvey í kappingini.
Hendan mótstøðan var ov hørð fyri unga føroyska íðkaran. Høgni tapti við úrslitinum 19-5.
Sunnudagin skuldi Høgni so í kamp aftur, hesa ferð í juniorkappingini. Her gekk munandi betur.
Fyrst vann hann greitt móti einum fronskum íðkara, síðan móti einum sponskum. Í triðja umfari skuldi hann møta einum niðurlendingi, men hesin dysturin varð av ongum, tí hesin varð kolldømdur í einum dysti móti einum kekka.
Harvið kom Høgni Dávason í finaluna. Hesaferð var mótstøðan aftur sponsk. Men í finaluni møtti Høgni yvirlutanum. Spaniumaðurin vann finaluna 25-7, og harvið fekk føroyingurin silvur við heim.
Kelda: Taekwondofelagið Hwarang Føroyar á Facebook
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald