Hondbóltur

Høgni Heinason: - Hetta er nokk tað sjúkasta eg havi roynt

- Tað verður serligt fyri meg at spæla fjórðingsfinalu, og tað er stuttligt at fáa so nógvar minuttir. Hetta sigur ársins leikari eftir sigurin á Fraklandi - hann var skaddur tá hesin árgangurin var til HM í 2023.

Høgni Heinason í gjøgnumbroti móti Íslandi. Nummar 38 hevur spælt so at siga allar álopsminuttirnar í kappingini - møguliga fær hann hvíld í dag (Mynd: IHF/Kolektiff)

Høgni Heinason í gjøgnumbroti móti Íslandi. Nummar 38 hevur spælt so at siga allar álopsminuttirnar í kappingini - møguliga fær hann hvíld í dag (Mynd: IHF/Kolektiff)

2025-06-24 10:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hetta er nokk tað sjúkasta, sum eg nakrantíð havi roynt. Kuul at vera við til og tað er torført at koma niður á jørðina aftur.

Hetta staðfesti Høgni Heinason í skiftingarrúminum í gjárkvøldið – eftir "sjúka" endan av dystinum móti Fraklandi. Føroyar vunnu 28-27 við flottum og sterkum avriki.

Sí eisini: 
Føroyar feldu Frakland og skulu spæla HM-fjórðingsfinalu
- Óli Mittún: - Skilji næstan ikki hvussu vit vunnu hetta - men vit standa saman

Bakspælarin úr H71 tók eina rúgvu av nærdystum aftur í gjár. Vit spurdu hann, hvør orsøkin var til, at Føroyar fingu vent dystinum móti endanum:

- Eg haldi, at verjan stendur ekstremt væl seinastu løtuna. Sasha byrjar eisini at taka nakrar bóltar, og tað hjálpir okkum ógvuliga væl. Vit spæla gott álopsspæl og koma næstan ígjøgnum hvørjaferð. Her vóru eisini nógvir larmandi føroyingar í høllini, sum hjálptu okkum tað seinasta strekkið.

Høgni var nógv íblandaður í dramatiska seinasta minuttinum.

Ein av nærdystunum hjá kvika hoyvíkinginum kom í seinasta føroyska álopinum. Hann kom inn ímóti fronsku verjuni, setti so at siga tveir mans av og varð tikin í tí skotið fall. Franski málverjin bjargaði, meðan mong bíðaðu eftir dømingini fyri brotskasti. Hon kom ikki, og so noyddust Høgni Heinason og hini at halda ondini í nøkur sekund afturat.

- Eg helt sjálvur 100 prosent, at tað var brotskast. Har vóru tríggir mans í mær. Eg liggi í roynd og veru bara og bíði, til teir døma brotskast. Men har kemur einki, og so renni eg bara so skjótt sum gjørligt heim. Tíbetur fer Frakland eina tekniska villu. Tá teir hava tveitt bóltin útav, royni eg bara at ganga so spakuligt eftir bóltinum sum gjørligt. Og so er tíðin farin.

Stuttligt við so stórum leikluti

Fyri Høgna Heinason var tað eitt sindur trupult at fata: Sigurin móti Fraklandi var vunnin við veruligum føroyskum stríðsvilja, og staðfesti hann eitt føroyskt fjórðingsfinalupláss. Ársins spælari í fremstu føroysku deildini staðfesti, at nú skuldi man hyggja eftir uppgávuni móti Danmark og síðani fjórðingsfinaluni hósdagin.

Fyri Høgna er tað eisini heldur serstakt, tí hann var skaddur, tá hesin árgangurin til U19 HM í 2023 eisini kom í eina fjórðingsfinalu. Hann fegnast um sín stóra leiklut.

- Hetta er sjálvandi serstakt fyri meg. Og eisini serliga stuttligt nú eg spæli nógvar minuttir og sleppi serliga at royna meg nógv í álopinum.

Sí eisini: Heini og Hávardur royna at halda pulsinum niðri tá syndirnir spæla

Høgni Heinason skoraði sjálvur trý mál í dystinum í gjár.

Hann hevur so at siga spælt allar álopsminuttirnar hjá Føroyum. Tað er væl hugsandi, at hann fær hvíld í dag móti Danmark, nú fjórðingsfinaluplássið er uppá pláss.

Sí eisini: 
Djóni Gaard Joensen: - Tjóðskaparkensalan noyðist at bíða eitt sindur
Føroyar spæla HM-fjórðingsfinalu hósdagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder