Fótbóltur

Høgni Madsen aftur í reyðum

33-ára gamli stríðsmaðurin skal umboða ÍF komandi tvey árini.

Høgni Madsen saman við Magnusi Jørmundssyni
(Mynd: ÍF)

Høgni Madsen saman við Magnusi Jørmundssyni (Mynd: ÍF)

2018-12-16 21:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár kunngjørdi ÍF, at Karl Løkin kemur aftur til felagið. Fyrr í dag gjørdist greitt, at ein annar sentralur miðvallari aftur skal umboða ÍF komandi tvey árini.

Talan er um kambsdalsbúgvan, Høgna Madsen, sum seinast spældi við ÍF í 2013. Síðani tað hevur Høgni verið og roynt seg ymsastaðni - bæði í Føroyum og uttanlanda. Seinastu tvey árini hevur Høgni spælt í Íslandi, har hann hevur spælt við Fram og Thrótti Vogar.

Sambært FaroeSoccer hevur Høgni Madsen spælt 268 dystir í bestu føroysku deildini, og hann hevur skotið 14 mál. 33-ára gamli miðvallarin hevur spælt tríggar A-landsliðsdystir - talan hevur verið um venjingardystir. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder