Í gjár, týsdagin 28. januar, var Vestmanna skúli stongur vegna skeiðsvirksemi. Í hesum sambandi gav Vestmanna kommuna møguleika hjá børnum at flyta seg og hugna sær í høllini.
Ítróttahøllin var opin til frítt spæl frá middegi og fram til, tá skipað hondbóltvenjing hjá VÍF var á skránni.
– Vit vilja fegin sum kommuna, at allir hallartímar eru fullir í rørslu og spæli, so tá ið slíkir dagar eru, er upplagt at lata høllina upp til frítt spæl, sigur Sára Jógvansdóttr, borgarstjóri.
Eyðkenda ítróttarhøllin í Vestmanna er annars nógv upptikin, staðfestir vestmanna.fo.
- Skúli, Miðnám, frítíðarskúli og dagstovnar brúka vanliga høllina gerandisdagar í skúlatíð. Síðani er skipað ítróttavirksemi hjá VÍF, tað vil siga venjingar og kappingar til kl. 22.00 og stundum til kl. 23.00, eisini í vikuskiftinum. Tí er avmarkað, hvussu nógvir tøkir hallartímar eru hvørja viku.
Høllin verður meira opin
Børn og ung kunnu sum er brúka høllina til frítt spæl allar tær løtur, tá ið einki skipað virksemi er. Framyvir er ætlanin tó, at høllin eisini skal vera opin í ferium, staðfestir kommunan.
– Í skúlaferium og tá ið hondbóltsárið liggur stilt, er ætlanin at hava høllina meira opna fyri almenninginum, fyri at skapa trivna og at fría spælið kann eggja fleiri til at íðka og sosalisera, sigur Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini.
Gerandisdagar lata høvuðsdyrnar í høllini upp klokkan 14.30, undantikið fríggjadag, tá ið latið verður upp kl. 13.30. Í vikuskiftunum er opið frá klokkan 09.00.
Til ber at bóka sær hallartímar og annars síggja nær høllin er tøk á vestmanna.hallir.com
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald