Manslandsliðið í hondbólti fær brúk fyri øllum møguligum stuðli tá teir 16. mars spæla ímóti Hollandi á útivølli í Amsterdam í kappingini um at spæla seg til EM-endaspælið í 2026.
Nakrar dagar frammanundan hava teir spælt fyrsta dystin í nýggju høllini við Tjarnir, men 16. mars skal slagið altso standa enn einaferð, og Føroyar skulu royna at koma víðari.
Eventz.fo skipar fyri beinleiðis flogferð til Amsterdam 14. mars, og flogið verður heim aftur 17. mars. Gist verður tríggjar nætur á Crown Plaza South.
Frøi á nógvu føroyingunum í Berlin í januar 2024 (Mynd: Sverri Egholm)
Stórur áhugi var fyri at koma til Berlin, tá menninir avrikaðu seg í Em-endaspælinum í januar. Eisini verða fitt av føroyingum í Basel í Sveis, nú hondbóltskvinnurnar spæla endaspæl.
Nú verður eisini vónað, at føroyingar kom at stuðla sínum, tá spælt verður í Amsterdam.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald