Í gjárkvøldið segði føroyska manslandsliðið sítt fyribils farvæl við Høllina á Hálsi. Hetta við stórsigri á Kosovo (32-21) í fyrsta dystinum í undankappingini til EM 2026.
Føroysku menninir undirhildu av álvara, sum dysturin leið, og fulsetta høllin fagnaði liðnum.
Eftir dystin vórðu autografar í hópatali skrivaðir, og soleiðis var eisini í Hoyvíkar skúla fyrrapartin.
Lndsliðsleikararnir vóru í morgun á vitjan í Hoyvíkarskúla, har bæði hjálparvenjarin og fleiri av leikarunum hava gingið, skrivar Hondbóltssamband Føroya.
Sí nakrar myndir niðanfyri:
Sí eisini: Stórur áhugi fyri landsliðnum á Skála
Nógvir spælarar eru hoyvíkingar. Tað er fastur siður, at hondbóltslandsliðini vitja ymsastaðni, í sambandi við at tey eru savnaði í Føroyum.
Eftir vitjanina var løtt venjing á skránni í Hoyvíkshøllini. Spælararnir skulu nú gera seg til reiðar til uppgávuna móti Ukraina. Hon verður í Litava sunnudagin klokkan 13.
Hópurin fer avstað úr Føroyum í morginárini - Portalurin verður við á ferðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald