Hondbólturin í Føroyum hevur tikið stór fet seinastu árini, og tað er av stórum týdningini fyri Hondbóltssamband Føroya at hava góðar stuðlar, so at virksemi og menningin kunnu halda fram.
Ein av stóru stuðulin er Føroya Tele. Soleiðis hevur verið síðani januar 2020, og nú er greitt, at partarnir hava longt samstarvið.
Føroya Tele skrivar á heimasíðu sínari, at Jógvan Emil Nielsen, næstformaður í HSF, og Eva Skeel Nolsøe, marknaðarstjóri hjá Føroya Tele, hava skrivað undir uppá, at stuðulsavtalan verður longd fram til árslok 2023.
Heimasíðan ft.fo skrivar, at Føroya Tele sostatt verður við til at stuðla eini ítróttagrein í støðugari menning og við stórum málum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald