
Tað er ikki fyrrenn komið er undir stig trý í koronuætlanini hjá myndugleikunum - í reyða feltið - at ítróttur verður tikin av skrá, og hóast tillagingar í tilmælinum vóru í gjár, so forðar tað ikki fyri ítrótti, tó at nøkur gera, at tað er torførari at hava kappingar fyri ung til dømis.
Hetta hevur Hondbóltssambandið tikið avleiðingina av.
- Í mun til dagsins broyttu tilmæli hevur HSF tikið avgerð um, at U12 kappingarnar leygardagin 11. des og U10 kappingarnar leygardagin 18. des, verða útsettar til eftir nýggjárs.
Hjá U14 og eldri verður tó, í útgangsstøði, leikt eftir dystarskránni og seks dystir í fremstu deildunum verða leiktir í vikuskiftinum. Hondbóltssambandið ger tó greitt, at dystir kunnu útsetast sambært koronaleiðreglunum hjá HSF, um tríggir ella fleiri leikarar eru raktir av korona ella sóttarhaldi.
- Víst verður annars til yvirskipaðu almennu tilmælini til dystir fyri U14 og eldri, herundir at í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast og kravið um koronapas
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald