Í fyrstu atløgu fingu Føroyar ikki so nógv atgongumerki til bólkaspælsdystirnar í Basel í november og desember.
Orsøkin var, at Føroyar eru í bólki við verstjóðini Sveis, og at sveisiska hondbóltssambandið sat tungt á meginpartinum av atgongumerkjnum.
HSF bað tó beinanvegin um fleiri enn tey umleið 500 atgongumerkini, harav tey flestu skjótt vórðu seld, og í dag boðar Hondbóltssambandið frá, at tað er eydnast at fáa fatur á nøkrum fleiri "føroyskum" atgongumerkjum til EM-endaspælið hjá kvinnum.
Tey kunnu keypast á hesari leinkjuni.
Tá ein kemur til teigin “Promotion code” skal EURO-FAR skrivast/veljast.
Føroysku EM-dystirnir
Fríggjadagin 29. november: Sveis - Føroyar
Sunnudagin 1. desember: Kroatia - Føroyar
Týsdagin 3. desember: Føroyar - Danmark
Í løtuni ber ikki til at keypa dagsatgongumerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald