2021-12-22 17:30
Seinastu seks árini hevur Smyril Line verið ein av stórstuðlunum hjá hondbóltinum í Føroyum, og greitt er nú at sponsorsáttmálin við HSF er longdur, so hann er galdandi fyri 2022 og 2023.
-Tað er hugtakandi at síggja, hvussu hondbólturin hevur megnað at savnað føroysku tjóðina til bæði altjóða og heimligar kappingar seinastu árini. Úrslitini hava verið góð, og síggja vit hvussu fleiri og fleiri leikarar fáa tilboð úr útlendskum feløgum. Hesi góðu tilgongdini og menningini vilja vit gjarna stuðla og skapa góðar karmar fyri, sigur Henny á Líknargøtu sølu- og marknaðarstjóri í Smyril Line, í samband við at sáttmálin varð undirskrivaður
-Góðir og trúgvir stuðlar eru alt avgerandi í teimum málum, vit í HSF hava sett okkum. Smyril Line hevur verið við til at stuðlað og tryggjað tað uppbygging, sum hevur verið seinastu árini. Uppgávurnar gerast bara størri og meira avbjóðandi og sær 2022 út til at blíva eitt sera spennandi ár fyri okkara landslið, bæði hjá monnum, kvinnum og ungdóminum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í Hondbóltssambandi Føroya.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald