Tað eydnaðist ikki hjá íslendsku hondbóltskvinnunum at koma víðari meginumfarið í heimsmeistaraskapinum í hondbólti, sum í hesum døgum fer fram í Danmark, Svøríki og Noregi.
Eftir at íslendsku kvinnurnar høvdu tapt fyrst 24-30 móti Slovenia og so 22-31 móti Fraklandi, skuldu tær í gjárkvøldið spæla móti Angola um ikki at enda í aftasta plássi í bólki D. Angola hevði eisini tapt móti somu londum.
Dysturin í gjárkvøldið endaði við javnleiki, 26-26. Men tað var ikki nóg mikið hjá Íslandi at koma víðari. Angola hevði tapt við færri málum móti Slovenia og Fraklandi, og slapp sostatt at halda fram í meginumfarinum.
Ísland má tungu leiðina niður í kappingina, ið kallast President’s Cup, sum er millum liðini, ið enda á fjórða plássi í teimum átta bólkunum, og skulu sostatt spæla um plássini frá 25 til 32.
Í President’s Cup verður fyrst spælt í tveimum bólkum. Ísland kemur nú í bólk saman við Grønlandi, sum tapti allar sínar dystir í innleiðandi umfarinum. Eisini Paraguai er í bólkinum, meðan fjórða landið verður funnið í kvøld – tað verður antin Senagal ella Kina.
Í hinum bólkinum í President’s Cup eru Iran, Kasakstan, Kongo og antin Serbia ella Kili.
Hini norðurlondini í HM-kappingini eru væl við. Svøríki spælir bólkafinalu móti Kroatia í kvøld, Noreg er komið víðari og kann tryggja sær fyrsta plássið í bólkinum móti Suðurkorea í kvøld og Danmark spælir bólkafinalu móti Rumenia.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald