Hondbóltur

Hondbóltur: U16-landsliðið hjá kvinnum úttikið

22 leikarar eru úttiknir til landsdystirnar í Íslandi og European Cup í Svøríki í summar.

(Mynd: HSF)

(Mynd: HSF)

2022-05-23 16:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsliðsvenjararnir hjá U16-landsliðnum hjá kvinum, Kristinn Guðmundsson og Agnar Joensen, hava úttikið 22 leikarar til landsdystirnar móti Íslandi 4. og 5. juni í Íslandi og European Open í Svøríki 4. – 8. juli.

Til European Open er Føroyar komið í bólk saman við Montenegro, Svøríki og Hollandi.

Venjararnir hava gjørt av at arbeiða við einum breiðum hópi, harav nakrir bert verða við til dystirnar í Íslandi og aðrir bert til dystirnar í Svøríki, skrivar Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum.

Hópurin er hesin:

Málverjar:
Gylta á Neystabø, Kyndil
Anita Dahl, H71 (Ísland)
Maria Beder, H71 (Svøríki)

Útileikarar:
Silja Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Sára Sóleyardóttir Hórðará, VÍF
Joan Johannesen, Kyndil
Rakul Borgarlíð Joensen, VÍF
Elin Maria Rapa, VÍF
Silrið Mørkøre Kruse, EB
Ró Reginsdóttir, Kyndil
Helena Dahl Magnusardóttir, H71
Fjóla Skaalum Vilhelm, H71
Karinbeth Kjærbæk, Kyndil (Ísland)
Elida Joensen, H71 (Ísland)
Guðrun Andreasen H71 (Ísland)
Sára Berg á Lag, H71 (Ísland)
Marta Højgaard, H71 (Ísland)
Bára Eliasen, Kyndil (Svøríki)
Sophilia Wraae Mukisa, Neistin (Svøríki)
Katrin Hansen, Kyndil (Svøríki)
Bára Reginsdóttir, Kyndil (Svøríki)
Agatha Djurhuus, VB (Svøríki)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder