Komandi vikuskiftið fer U15-landsliðið hjá kvinnum til Íslands, har tær fara at spæla sínar fyrstu landsdystir. Talan er um tveir vinardystir móti Íslandi, ávikavist leygar- og sunnudagin, skrivar Hondbóltssambandið.
Dystirnir verða leiktir á Safamýri, sum er gamli heimavøllurin hjá Fram í Reykjavík. Leygardagin kl. 17 (føroyska tíð) og sunnudagin kl. 15.
Hesir eru úttiknir til dystirnar:
Málverjar:
 Rósa Herup Egilstoft, Søljan
 Sofía Sigurstein, Kyndil
Útileikarar:
 Helena Holm, VB
 Hervør Hansen, Kyndil
 Sára Hjørleifsdóttir, VÍF
 Sigrid Hansdóttir, Neistin
 Gyða Beata Djónadóttir, Neistin
 Hanna Thomsen, Neistin
 Nana Yaa Deku, H71
 Olivia Kristiansen, H71
 Lea Traber Olsen, H71
 Fía Nolsøe, H71
 Anna Lamhauge, H71
 Andrea Heinadóttir, Søljan
 Sigrún Eyð Halldórsdóttir Fossádal, H71
 Aibritt á Plógv, Kyndil
Venjarar eru Mark Lausen-Marcher og Jórun Ludvig. Málverjarvenjari Nicholas Satchwell, fysioterapeut Bára Krosslá Mortensen og liðleiðari Lydia Jacobsen.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald