Seinna fjórðingsfinalan millum Akademisk Boldklub og FC Nordsjælland varð í dag leikt í Farum, og tað endaði við 2-1 tapi hjá Hørði Askham og hansara liði.
Longu eftir fyrra dystin gjørdist greitt, at tað fór at vera trupult hjá Hørður Heðinssyni Aksham og hinum úr AB í triðbestu deildini at koma víðari. FC Nordsjælland sum spælir í Superliguni vann fyrra dystin 3-0.
Hóast møguleikin at koma víðari var lítil, reyk øll vón tá FC Nordsjælland legði seg á odda 2-0 í fyrra hálvleiki í seinna dystinum í dag.
Í seinna hálvleiki hevði AB fleiri møguleikar at fáa eitt mál, og stutt fyri leiklok kom tað endiliga, tá hollendski Tim Freriks við høvdinum minkaði um munin.
Tað broytti tó einki við samlaða sigrinum hjá FC Nordsjælland, sum samanlagt vann 5-1.
Steypaævintýrið er av, og árið hjá AB er eisini av. Felagið í Gladsaxe liggur eftir 16 dystir á sætta plássi við 22 stigum í triðbestu deildini. Næsti dystur í landskappingini verður 10. mars móti Esbjerg.
Hørður Heðinsson Askham (Mynd: AB)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald