Fótbóltur

Hørður og Gunnar ikki tøkir - Magnus Egilsson við til Kekkia

Landsliðsvenjarin hevur sent boð eftir B36-verjuspælaranum, nú Hørður Askham hevur leikbann, og Gunnar Vatnhamar er ikki við av persónligum ávum.

Magnus Egilsson var eisini við sum avloysari til heimadystirnar í juni (Mynd: Sverri Egholm)

Magnus Egilsson var eisini við sum avloysari til heimadystirnar í juni (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-13 16:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar taptu í gjárkvøldið 2-0 fyri Póllandi á Tórsvølli, har serliga tvær støður beinanvegin í báðum hálvleikunum kostaðu dýrt. 

Maðurin sum varð útvístur beint eftir steðgin er sjálvandi ikki tøkur til dystin móti Kekkia. Hørður Askham fekk beinleiðis reytt kort fyri takkling beint eftir steðgin og verður sjálvandi ikki við á túrinum túrinum til Kekkia í kvøld.

Sí eisini: 
Tað kostar ikki at vera til reiðar frá byrjan
Video: - Tvær støður drepa okkum simpulten
(Video): Hørður: - Eg má bara leggja meg skerflatan og siga orsaka

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Ein annar spælari, sum byrjaði inni í gjár, verður heldur ikki við. Talan er um stinna leirvíkingin Gunnar Vatnhamar, ið hevur havt eitt frálíkt kappingarár í Íslandi. Fótbóltssamband Føroya skrivar soleiðis um orsøkina til, at Gunnar ikki er tøkur:

- Til dystin móti kekkum verður landsliðsvenjarin eisini noyddur at síggja burtur frá Gunnari Vatnhamar. Fyri stuttum bleiv Gunnar pápi fyri aðru ferð, og í samband við úttøkuna varð avrátt, at Gunnar Vatnhamar bara skuldi vera við í fyrra dystinum.

Í hesum sambandi boðar FSF eisini frá, at Håkan Ericson hevur úttikið Magnus Egilsson úr B36 til landsdystin móti Kekkia. Magnus er mest sæddur sum avloysari fyri leikbannaða Hørð Askham.

29-ára gamli vinstra benti havnarmaðurin hevur spælt tveir A-landsdystir higartil. Hann hevur fyri tað mesta spælt á vinstra bakki seinastu árini, men í ár hevur hann spælt nógvar dystir í miðverjuni hjá B36 - eisini í Evropa.

EM-undankappingardysturin millum Kekkia og Føroyar verður á Doozan Arena í Plzen í Kekkia sunnudagin 15. oktober klokkan 17 føroyska tíð. Ferðalagið við hópinum og øðrum fer úr Føroyum seint í kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder