Fótbóltur

Tað kostar at ikki vera til reiðar frá byrjan

Pólland legði seg á odda longu í 4. minutti á Tórsvølli, og Føroyar fingu reytt kort beint eftir, at gestirnir góvu bóltin upp í 2. hálvleiki. Mótbrekkan varð tyngri, og tað endaði við 0-2 tapi.

Pólland legði seg á odda í 4. minutti, eftir at føroyska verjan ikki fekk ruddað burtur (Mynd: Sverri Egholm)

Pólland legði seg á odda í 4. minutti, eftir at føroyska verjan ikki fekk ruddað burtur (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-12 21:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er tungur burður hjá føroyska A-landsliðnum við monnum. Síðani leiðslumálið hjá Mads Boe Mikkelsen í fyrsta dystinum í ár, sum var í Moldova, hevur tað næstan bert verið mótgongd. Føroyar hava verið ógvuliga væl við í pørtum av dystum og fingu eisini á ein hátt svarað aftur eftir skjóta leiðslumálið hjá Póllandi í kvøld, men sum til dømis í síðsta heimadysti fingu okkara aftur eitt slag og taptu uttan at raka málið. 

Pólland hevði nakað at prógva og legði hart út. Viljormur Davidsen og Hørður Askham fingu ikki ruddað eina sending úr vinstru móti føroyska brotsteignum, og so fekk Sebastian Szymanski úr Fenerbache pláss og kundi senda bóltin í longra málhorn. 

Hetta var eftir bert tríggjar minuttir. Føroyska liðið fekk tó rist skelkin av sær og hevði løtur í fyrra hálvleiki, har tað eydnaðist væl at halda uppá bóltin og eisini at leggja eitt rímiliga trýst - við og uttan bólt.

[object Object]

[object Object]
Teir í hvítum royndu at stríðast og leggja trýst á, men úrttøkan var tíverri ikki har móti sterkaru póllendingunum (Myndir: Sverri Egholm)

Málmøguleikar vóru tó so at siga ongir av. Tað tættasta var, tá kroystir póslkir verjuspælari eftir gott hornaspark úr høgru ruddaði í málteignum - annars hevði Hørður ella Jákup Andreasen skorað. Annars vóru støður, har Føroyar komu til baklinjuna og innlegg, men seinasta góðskan manglaði, og liðið hjá Håkani Ericson hevði ikki eitt skot á mál í dystinum.

Les meira um fyrri hálvleik her

Fyritreytirnar versnaðu munandi beinanvegin í 2. hálvleiki. Pólland gav bóltin upp, og tað var sum um, at føroysku spælararnir ikki høvdu varnast, at dómarin hevði bríkslað: Tvær alveringar frameftir, og so var Arkadiusz Milik innanfyri føroysku verjuna. Hørður Askham úr Akademisk Boldklub jagstraði, Juventus--áleyparin lat seg detta, áðrenn kontaktin kom, og Hørður beit á og takklaði Milik. Dómarin út at hyggja og eftir VAR varð fríspark og beinleiðis reytt kort dømt fyri at taka upplagdan málmøguleika.

Tað sá meira út sum brotsspark, og so skuldi tað heldur verið gult kort eftir lógini. Men 10 mans í ein hávleik móti Póllandi, ið veruliga tørvaði stig og sum hevur spælarar á høgum stigi á øllum plássum, fór at vera ógvuliga tungt. Føroyingar ressaðust tó og royndi at bjóða av. Eina løtu eydnaðist væl at verja fyri málmøguleikum, men í 65. minutti kom Frankowski heldur lætt framvið René Shaki Joensen í vinstru, og millum føroysku miðverjarnar stóð Adam Buksa fríur og stútaði bóltin framvið Mattiasi Lamhauge.

Stórur fagnaður á mongu pólleningunum í kuldanum á Tórsvølli. Luftin fór í roynd og veru úr dystinum tá, og bæði liðini tyktust at venda eyguni móti sunnudegnum. Tá hevur Pólland lykladyst móti Moldova - Føroyar skulu til Kekkia í vikuskiftinum, har tað als ikki verður lættari.

Síðani javnleikin í Moldova hava Føroyar nú tapt seks dystir á rað - harímillum ein venjingardyst. Tað eru sjey hálvleikir síðani, at Føroyar hava skorað eitt mál. Landsliðið er langt aftast í bólkinum við einum stigi, og einki bendir á, at hetta fer at broytast.

EM-undankappingarbólkur E
Hósdagin 12. oktober
19:45: Føroyar - Pólland 0-2 (0-1) 

Føroyar (4-1-4-1): Mattias Lamhauge - René Shaki Joensen, Odmar Færø, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Gunnar Vatnhamar - Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Jóannes Bjartalíð - Jóan Símun Edmundsson

Reytt kort: Hørður Askham (47')

Hesir komu inn í 2. hálvleiki: Ári Mohr Jónsson, Pætur Petersen, Andrass Johansen, Jóannes Kalsø Danielsen og Stefan Radosavljevic

Áskoðaratal: 3.220

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder