Fótbóltur

Hornaskýlið við Djúpumýru reist

Nýggja skýlið verður eftir ætlan klárt at taka í nýtslu í mai mánað. Við hesari verkætlanini fær vøllurin við Djúpumýru sína UEFA góðkenning.

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

(Mynd: Klaksvíkar kommuna)

2025-03-06 21:20 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Reisigildi á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík í dag. Hetta í sambandi við, at sambandingin og nýggjasti partur av skúlinum, ofta rópt hornaskýlið, varð reistur.

Hornaskýlið fevnir um at útvega 180 fleiri sitipláss, fleiri goymslurúm, fjeppararúm og fleiri vesi hentleikar, eisini til rørslutarnað. Trý vesi eru almenn á veghæddini og trý eru í ovaru hæddini.

Við hesari verkætlanini fær vøllurin við Djúpumýru sína UEFA góðkenning. Vøllurin hevur síðstu tíðina havt eina fyribils góðkenning. Orsøkin hevur nemliga verið, at tað manglaðu nøkur setur, umframt nøktandi umstøður til samarittar og vesi hentleikar.

Nýggja skýlið verður eftir ætlan klárt at taka í nýtslu í mai mánað, tá ið endaspælið fyri U-17 gentur verður á skránni.

Samlaði kostnaðurin fyri verkætlanina liggur um 10 milliónir krónur.

Tað er Norðhús, sum stendur fyri betong- og timburarbeiðinum. Blikksmiðjan stendur fyri HVS arbeiðinum, og EL-IN átekur sær alt el-arbeiði. Harafturat hevur kommunan eisini gjørt eina íløgu í eina sprinklaraskipan, sum KJ á Kambsdali hevur staðið fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder